Stórt føroyskt gullhál í Prag

Fýra føroyskir rógvarar vunnu leygardagin gull í EM í inniróðri

Tað skarst væl hjá teimum seks føroyingunum, sum leygardagin luttóku í EM í inniróðri í Prag.

Í viðførinum heim til Føroya sunnudagin eru fýra gullkrónur og tríggjar silvurkrónur.

Sarita K. Hansen vann gull á 2000 metra teininum fyri kvinnur 30 – 39 ár, og Elsa Magnussen vann gull í 500 metra teininum fyri kvinnur 30 – 39 ár.

Dánjal Martin Hofgaard vann gull á 2000 metra teininum fyri menn 30 – 39 ár, og Brandur Kjølbro vann gull á 500 metra teininum fyri menn undir 23 ár. Hetta úrslitið var merkisvert, tí Brandur er bara 18 ára gamal. Næsti aldursbólkur eftir U18 var U23 aldursbólkurin.

Elsa Magnussen vann silvur á 2000 metra teininum fyri kvinnur 30 – 39 ár.

Dánjal Martin Hofgaard vann silvur á 500 metra teininum í opna bólkinum fyri seniorar.

Sarita K. Hansen vann silvur á 500 metra teinum fyri menn í opna bólkinum fyri seniorar.

Bergur Robert Dam Jensen endaði á fjórða plássi á 500 metra teininum fyri seniorar.

Bergur Robert Dam Jensen endaði á fimta plássi á 2000 metra teininum fyri menn 30 – 39 ár.

Rúni Joensen endaði á sætta plássi á 2000 metra teininum fyri ´menn 60 – 64 ár.

Á 2000 metra teininum fyri teir undir 23 ár endaði Brandur Kjølbro á trettanda plássi. Hóast hann ikki endaði millum teir fremstu, so var talan um heilt góða tíð, sum ber mót um góðan møguleika fyri betri endastøðu, tá ið Brandur Kjølbro um nakrar vikur fer at kappast í HM, sum verður í París. Tá fer hann at kappast saman við sínum javnaldrum í U19 bólkinum.