Fiskivinnustríð
Í løtuni er einki nýtt í trætuni millum Føroyar og Noreg um nýggjan fiskiveiðisáttmála fyri 2009.
Hetta merkir í fyrsta lagi, at teir fýra føroysku flakatrolararnir, sum hesa tíðina av árinum plaga at hava góðan fiskiskap í norskum sjógvi, ikki sleppa á tær leiðir, sum geva størstu og bestu úrtøkuna.
Í staðin royna skipini í gráu leiðini og bíða eftir, at fiskiveiðisáttmálin skal koma upp á pláss.
Men enn røkist einki fyri, at nøkur loysn er í ljósmála.
Málið til umrøðu
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sigur, at hann á landsstýrisfundi í morgun fór at taka málið um sáttmálastríðið millum Føroyar og Noreg upp.
Hann sigur, at seinastu dagarnar er ikki tað stóra hent í trætuni millum londini.
- Vit hava havt samband við norðmenn. Teir siga, at teir hava ikki stundir at samráðast fyrr enn í fyrsta lagi týsdagin í næstu viku – um Føroyar halda, at vert er at taka samráðingarnar uppaftur tá.
Sum skilst á Jacobi Vestergaard eru norðmenn ikki so ótolnir eftir at fáa fiskiveiðisáttmálan upp á pláss, sum føroyingar eru.
Vit spurdu tí landsstýrismannin, um hetta møguliga merkir, at norðmenn framhaldandi ætla sær at krevja somu 85% av eykakvotuni av makreli, sum teir gjørdu undir samráðingunum herfyri.
- Ja, tað er ilt at siga, men óhugsandi er ikki, at teir vilja halda fast um hetta, sigur hann.
Ikki lítillátnir
Stríðið millum Føroyar og Noreg tók seg upp, tá norðmenn herfyri vóru í Føroyum til samráðingar um nýggjan fiskiveiðisáttmála.
Í staðin fyri at samráðast um traditionellu avtaluna millum londini, settu norðmenn seg í byrjanini av samráðingunum upp á afturbeinini og kravdu at fáa 85% av eini eykakvotu av makreli, sum teir hildu, at Noreg og Føroyar skulu býta ímillum sín norðanfyri 62 stig.
Strandalond í makrelavtaluni eru í løtuni Føroyar, Noreg og ES, men við tað, at ES hevði tillutað sær eina eykakvotu upp á 35.000 tons sunnanfyri 62 stig, lá tað í luftini, at Føroyar og Noreg eisini kundu tillutað sær eina eykakvotu norðanfyri 62 stig.
- Noreg legði út við, at henda eykakvota skuldi vera 35.000 tons, og av hesum skuldu teir hava 85%, meðan føroyski parturin bert skuldi vera 15%.
Eingin bøn…
Jacob Vestergaard sigur, at norðmenn løgdu hart út og søgdu, at fekst henda marelavtala ikki í lag, var eingin fiskiveiðisáttmáli galdandi millum londini yvirhøvur.
- Vit kundu ikki góðtaka hetta býtið av eykakvotuni, men løgdu út við, at hesin spurningur kundi loysast fyri seg, kanska undir seinni samráðingum.
Men norðmenn vóru hvørki at høgga ella stinga í, og tískil endaðu samráðingarnar úrslitaleysar.
- Hóast vit stutt fyri jól høvdu gjørt avtalu við norðmennn um, at flakatolararnir kundu fara eystureftir í norskan sjógv upp á fiskiveiðiavtaluna fyri 2009, góvu norðmenn eftir slitið í samráðingunum føroysku skipunum boð um at fara úr norskum sjógvi ein ávísan klokkutíma, sigur landsstýrismaðurin.
Seta út í kortið
Jacob Vestergaard heldur, at norðmenn hava verið rættiliga torførir at samráðst við hesaferð, og hann torir slett ikki at meta um, hvat úrslitið av hesi fiskiveiðitrætu millum londini verður.
- Nú mugu vit í fyrsta lagi seta út í kortið her heima, hvørji okkara krøv skulu verða, og hvussu vit annars hugsa okkum, at trætan verður loyst, sigur landsstýrismaðurin.