Samkomur
Jólini eru familjuhøgtíðin burturav. Tað tykist vera hugburðurin hjá teimum flestu. Men treyðugt so. Kirkjur og samkomur kalla saman til gudstænastur, fundir og veitslur, har jólaboðskapurin er í miðdeplinum.
Í fólkakirkjuni hevur tað altíð verið gjørt nógv burturúr jólaaftan. Soleiðis hevur tað ikki altíð verið í fríkirkjunum, men nógvu tey seinnu árini er tað vorðið alt meiri vanligt, at tað eisini í fríkirkjunum verður skipað fyri serligari gudstænastu jólaaftan. Tá eigur jólasangurin sín stóra part í skránni.
Í summum brøðrasamkomum er serlig samkoma jólaaftan. Í nógv teimum flestu brøðrasamkomunum eru evangeliskir fundir jólakvøldini. Í teimum stóru samkomunum í Ebenezer í Havnini og Betesda í Klaksvík hevur tað ofta verið soleiðis, at sjómenn hava havt orðið jólakvøldini, og útisetar, sum vitja heima á jólum, hava eisini átt sín lut í hesum fundunum.
Inntil fyri ikki so nógvum árum síðani var tað vanligt, at jóla? og nýggjársveitslur vórðu hilndar frá 2. jóladegi og inntil eina ferð eftir nýggjár. Soleiðis er tað framvegis nógva staðni ? bæði í missiónshúsum og salum. Men nú kemur tað ofta fyri, at jólaveitslurnar fyri tey yngstu eru fyri jól, meðan veitslurnar fyri tey eldru verða hildnar millum jól og nýggjár og viðhvørt fyrst í nýggja árinum.
Í fleiri samkomum plagdi tað at vera vanligt at hava nýggjársveitslu gamla árs kvøld. Nú er broytt næstan alla staðni. Í missiónshúsum og salum verður tað ikki hildið at vera ráðiligt, at børnini eru heima, meðan foreldrini eru til kristiligar samkomur. At tað er fallið í góða jørð, at veitslurnar av hesum slagnum eru fluttar, sigst síggjast aftur á luttøkutalinum. Tað er hækkað heilt fitt.
Onkuntíð hevur verið skipað fyri stórum kristiligum tiltøkum á jólum. Nú eru sovorðin tiltøk, sum ætlast at savna nógv fólk, ikki so mong á jólum. Hugburðurin tykist, sum tað var nevnt omanfyri, at vera, at jókini eru familjuhøgtíðini fram um alt annað.
Seinast brøðrasamkomurnar skipaðu fyri stórum tiltaki var annað vikuskiftið í november, tá ið samfelagsfundirnir vóru í Havnini. Hetta vikuskiftið mundi talið á teimum, sum vitjaðu í ítróttarhøllini á Hálsi vera væl omanfyri tvey túsund. Øll vóru ikki til staðar í senn, men leygarkvøldið og sunnudagin mundi luttøkutalið vera omanfyri fimtan hundrað.
Stórt felags kór setti sín dám á. Frá luttakarum verður sagt, at tað var merkisvert, at sangstílurin hjá kórinum var meiri amerikanskur, enn hann áður hevur verið, og tað var heilt týðuligt, verður sagt, at nógv umhildnu Bill Gaither sendingarnar í sjónvarpinum ? tær fáast eisini á videobondum ? hava havt stóra ávirkan á tey, sum velja sangirnar.
Myndirnar tók Jens Kristian Vang á samfelagsstevnuni á Hálsi í Havn.