Stórtítan snýtti fuglafrøðingarnar

Stórtítan, sum vigaði 17 gram, og sum í síðstu viku fekk mikla umrøðu, tí hon hevði flogið úr Danmark til Føroya, lumpaði fuglafrøðingarnar. Hon kom til Føroya við Norrönu?

FUGLAR: Fríggjadagin skrivaðu vit um eina stórtítu (dk: musvit), sum hevði sett met við at flúgva úr Danmark til Føroya.
Tað var Zoologisk Museum í Keypmannahavn, sum sendi út eitt tíðindaskriv, eftir at Jens Kjeld Jensen í Nólsoy hevði fingið ringmerkta fuglin í fuglafelluna í Nólsoy.
Men hesin lítili og fitti fuglurin, ið einans vigaði 17 gramm, hevur lumpað fuglafrøðingarnar so eftirtrykkiliga.
Danska gratisavísin, Urban, skrivar í dag, at ein ferðamaður hevur sæð fuglin umborð á Norrønu á veg úr Hanstholm til Føroya tann 12. apríl.
Urban hevur spurt Jesper Johannes Madsen á Zoologisk Museum, og hann svara skelkaður:
? So hevur hann snýtt okkum?!