Tað hevur ikki hilnast nakað serligt í tveimum teimum fyrstu uppgerðunum hjá U-17 gentunum, sum eru í Estlandi og luttaka í EM undankapping.
Í dag tapti liðið 9-0 ímóti Finlandi. Hálvleiksstøðan var 4-0. Mánadagin tapti føroyska liðið 5-1 ímóti Belgia. Sunnudagin skulu U-17 genturnar spæla síðsta dystin. Hann verður ímóti Estlandi. Mánadagin vann Finland 12-1 ímóti Estlandi.