Stórur dramatikkur tá Víkingur steðgaði B36

NSÍ og KÍ vóru illa kroyst, áðrenn tað eydnaðist at venda støðunum, so tað endaði við favorittsigrum

Líkindini at spæla fótbólt vóru tey fagrastu kring alt landið, tá ið nítjanda umfar í Effo-deildini var seinnapartin.

 

Toppdysturin var í Sarpugerði, har B36 tvær ferðir var á sigurskós, men at enda stóð eftir við ongum, tí Víkingur vann 4-2. Harvið setti Víkingur punktum fyri sigursrøðini hjá B36, sum var sjey dystir. Fyri B36 var tað steinur oman á byrðu, at málverjin, Tórður Thomsen, fram ímóti dystarenda varð vístur av vøllinum og harvið verður leikbannaður í steypafinaluni leygarkvøldið ímóti NSÍ.

 

NSÍ lá fram ímóti hálvleikssteðginum undir 2-0 ímóti EB/Streymi. Tað eydnaðist NSÍ at minka um munin dygst undan steðginum, og í seinna hálvleiki vendi NSÍ støðuni til 3-2 sigur.

 

Á Skála var KÍ øgiliga illa spert. Heimaliðið var frammanfyri, inntil tað restaðu fimm minuttir. Fyrr í summar hevur Skála fleiri ferðir mist á stokkinum, og soleiðis var aftur ídag. Ísak Simonsen var dagsins maður hjá KÍ, tí hann javnaði til 1-1, og í yvirtíðini skoraði hann KÍ sigursmálið.

 

Góða gongdin hjá HB heldur fram. Í dag endaði tað við 3-0 sigri ímóti 07 Vestur. Úrslitið ber við sær, at tað framvegis eru seks stig frá HB og fram til KÍ, men nú eru tað fimm stig fram til fjórða plássið, sum B36 nú er á.

Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur framvegis er fimm stig frá bjargingini.

 

Í Trongisvági eydnaðist tað Suðringum at vinna 1-0. Búi Egilsson skoraði sigursmálið, sum ber við sær, at Suðringar lyfta seg upp á sætta plássið, og at tað eru átta stig aftur til hóttanina av niðurflyting. ÍF hevur framvegis seks stig, og harvið eru tað fjúrtan stig og verri málmunur fram til bjargingina, nú tað eru 24 stig eftir at spæla um.

 

Hóskvøldið verða teir fýra dystirnir, sum eru eftir í tjúgunda umfari, og leygarkvøldið verður steypafinalan millum B36 og NSÍ.

 

 

Nítjanda umfar

Víkingur-B36 4-2 (0-1)

0-1: Meinhard E. Olsen

1-1: Hanus Jacobsen br

1-2: Róaldur Jakobsen br

2-2: Adeshina Lawal

3-2: Sølvi Vatnhamar

4-2: Fróði Benjaminsen

 

NSÍ-EB/Streymur 3-2 (1-2)

0-1: Ari Moh Olsen

0-2: Ragnar B. Danielsen br

1-2: Klæmint A. Olsen br

2-2: Pól Jóhannus Justinussen

3-2: Klæmint A. Olsen

 

Skála-KÍ 1-2 (1-0)

1-0: Michal Przybylski

1-1: Ísak Simonsen

1-2: Ísak Simonsen

 

HB-07 Vestur 3-0 (1-0)

1-0: Bartal Wardum

2-0: Øssur Dalbúð

3-0: Jóhan Troest Davidsen

 

Suðringar-ÍF 1-0 (1-0)

1-0: Búi Egilsson

 

Støðan

Víkingur 39

NSÍ 36

KÍ 36

B36 35

HB 30

Suðringar 23

EB/Streymur 22

Skála 20

07 Vestur 15

ÍF 6

B36 og NSÍ hava spælt 20 dystir, og hini liðini hava spælt 19 dystir.

 

Tjúgunda umfar

Hósdagin 24. august

ÍF-HB

Skála-Víkingur

EB/Streymur-Suðringar

07 Vestur-KÍ

Mikudagin 16. august 

B36-NSÍ 2-0