KÍ-HB
Fótbóltur er liðspæl. Liðavrikið eru treytað av, at ein stríðist fyri allar, og at allir stríðast fyri ein. Skal úrslitið gerast gott, so er neyðugt, at meginreglan verður hildin allar 90 minuttirnar og eisini í tíðini, sum dómarin leggur afturat.
Meistararnir úr HB løgdu út sum eitt ódnarveður í góðu fótbóltslíkindunum í Klaksvík, og fyrsta tíman høvdu teir KÍ rudduliga í sekkinum. Alt gekk fyri seg eftir treytunum hjá HB. Mótstøðumenninir tóktust kenna seg fjáltursstungnar, og meðan HB spælararnir fluttu seg væl fyri hvørjum øðrum og ofta megnaðu at samanspæla upp til einar tíggju ferðir, so eydnaðist millum lítið og einki hjá klaksvíkingunum.
Á sentrala miðvøllinum hevði Kári Nielsen leiklutin hjá leikbannaða Rúna Nolsøe, og tað megnaði hann væl. Vagnur Mohr Mortensen var í byrjunaruppstillingini eisini sentralur miðvallari, men tá ið Hallur Danielsen noyddist at taka seg burturúr við skaða, varð Vagnur fluttur aftur á vongverjan í høgru, og Jákup á Borg, sum hevði verið í fremstu røð og undir liðini á Rógva Jacosben, sum alla tíðina var væl innpakkaður, varð fluttur aftur á vongverjan í høgru.
HB hevði fleiri ungar menn á liðnum. Rasmus Nolsøe stóð seg væl á vongverjanum í vinstru, har uppgávan hjá honum fyrst og fremst var at byrgja fyri Arnholdi Joensen. Janus M. Joensen var neyðloysn í vinstra miðvallarborði fyri leikbannaða Heðin á Lakjuni, og hóast hann ikki hevði dynamikkin, sum Heðin hevur havt, so var Janus bara trivaligur.
Stóra HB yvirvágin í spæli bar málmøguleikar við sær, men tað eydnaðist bara eina ferð at fáa mál. Tíggju minuttir vóru farnir, tá ið Rógvi Jacobsen við høvdinum snittaði langt innkast úr høgru longri inn í brotsteigin. Klaksvíkingar royndu at senda út frá, og á brotsteigarmarkinum leyp Vagnur Mohr Mortensen upp og heilfluktaði sera hengisliga upp í nettakið.
Eitt fínt mál, og tað luktaði av, at HB skuldi gera fleiri mál. Jákup á Borg var púra blankur eftir innlegg frá innskifta Hendriki Rubeksen, men landsliðsmaðurin heilkiksaði stútaran, og Rógvi Jacobsen og Hendrik Rubeksen vóru heldur ikki heilt neyvir.
Fyrstu løtuna eftir steðgin hvinu bóltarnir um oyruni á KÍ málverjanum. Eftir álop í høgru og innlegg til handara stólpan sendi Jákup á Borg úr góðari støðu dygst uppum nærru samankomingina, Símun Eliasen sendi úr 25 metrum og í tvørtræið, og Rasmus Nolsøe var tætt við, tá ið hann sendi fríspark ímóti málinum. Men HB megnaði ikki at binda kjaftbandið um, og so kom KÍ burturúr aftur sekkinum.
Rindaðu prísin
Í roynd at venda vánaligu gongdini broytti KÍ uppstilling. Sentralu miðvallararnir høvdu undan steðginum havt stórar trupulleikar. Tí varð Atli Danielsen fluttur úr miðverjuni og fram á álopskenda miðvallarplássið. Veteranurin Jan Andreasen loysti av í miðverjuni, og hann og Niclas Niclassen funnu væl saman.
At Atli var komin á miðjuna bar størri tyngd við sær. Tað munaði serliga nógv, tá ið fleiri HB spælarar tóku at møðast. Teir høvdu jú arbeitt nógv í fyrra umfarinum, og tað kendist kanska serliga meint henda fyrsta sunnudagin, eftir at teir høvdu tryggjað sær FM heitið.
Heimaáskoðararnir, sum saman við teimum bláu høvdu verið rættulig dovnir undan steðginum, kvaklaðust við, og seinni parturin av seinna umfarinum gjørdist til satt drama, har KÍ hevði meiri orku og størri vilja at trýsta mótstøðumenninar, sum royndu at verja og dúva upp á kontra. Ferð eftir ferð gjørdist tað vandamikið, tá ið langar sendingar vórðu sendar til Ova Nysted og Erling Fles, sum úr spískum í vinstru sendi í handara stólpan.
Ovi Nysted hevði úr góðari støðu heilkiksað fluktara eftir innlegg frá Erlingi, og sum tíðin gekk, tóktist tað sum um, at eingin úrtøka skuldi spyrjast burturúr.
Dómarin hevði lagt seks minuttir afturat, og teir vóru hendingarríkir. Fyrst var Vagnur Mohr Mortensen rikin av vøllin fyri annað gula kortið (tað tóktist ivasamt, um Vagnur ? soleiðis sum dómarin metti ? óregluliga hevði steðgað Ova Nysted í gjøgnumbroti), og so vórðu klaksvíkingar so at siga forloystir. Atli Danielsen sendi fríspark úr góðari støðu og í manngarðin. Bólturin støkk aftur til landsliðsmannin, sum hegnisliga spældi til Erling Fles, sum sendi ímóti málinum. Útsýnið hjá annars trygga Bárði Johannesen var einki serligt. Hann megnaði ikki at halda bóltinum, sum støkk út til Jacob Bymar, sum við síðsta sparkinum av øllum javnaði til 1-1.
Dramaið var liðugt, og fagnaðurin á klaksvíkingum var sum um tað vóru teir og ikki HB, sum hevði vunnið FM. HB spælararnir vóru pøstir og ivaleyst eisini nøgdir við, at stríðið var lokið. Sum stemningurin og ágangurin á teirra mál var fram ímóti dystarenda, kundi tað havt hent seg, at tað hevði verið heimaliðið, sum eisini hevði átt næsta málið!
Liðavrikið hjá HB var gott í ein stóran tíma. Tað fingu teir eitt mál burturúr. Liðavrikið hjá KÍ var gott í ein lítlan hálvan tíma.Tað fingu teir eitt mál burturúr.