Tað er sera gott lag í EB/Streymi í kvøld. Felagið hevur vunnið steypafinaluna fyri lítlari løtu síðani. Talan var um heilt framúr undirhaldandi finalu og serliga síðsta løtan fer altíð at standa í minninum á teimum, sum hava sæð og lurtað.
- Vit fingu gummibein, var staðfestingin hjá EB/Streyma liðformanninum Egili á Bø, tá ið útvarpið bað um viðmerking beinanvegin, tá ið finalan um Løgmanssteypið var lokin, og EB/Streymur hevði vunnið 4-3 á HB.
Liðformaðurin sipaði til, at tað var um reppið, at HB kom fyri seg aftur, eftir at EB/Streymur frá 20. minutti og til 77. minutt hevði verið á odda 3-0.
Innihaldið í hesi finaluni var alt tað, sum eigur at vera í eini finalu, helt Jóannes Eidesgaard, sum fyri fjórðu ferð handaði steypið. EB/Streymur er fjórða felagið, sum fær steypið handað frá Jóannesi Eidesgaard.
Finalusigurin er søguligur. Hetta er fyrsta ferð, at EB/Streymur hevur vunnið gull og skreyt, síðani teir fóru at royna seg í bestu deildini fyri fyrstu ferð í 1994.