Stórur flogbóltsdagur hjá fuglfirðingum

Stórur rómur var í høllini á kambsdali leygardagin, tá tað gjørdist greitt, at ÍF hevði vunnið meistaradeildina hjá kvinnum við einum sannførandi 3-0 sigri á SÍ í dystinum, sum avgjørdi gullið. Frammanundan høvdu menninir hjá ÍF longu tryggjað sær gullið

FLOGBÓLTUR

Farna vikuskiftið høvdu flogbóltsmenninir hjá ÍF longu tryggjað sær meistaraheitið, tá teir vunnu tryggan sigur á Fleyr í næstseinasta umfarinum. Tí var longu greitt undan seinasta dystinum, sum var á Kambsdali ímóti SÍ, at teir fóru at fáa gullheiðursmerkini um hálsin henda dagin.
Var alt longu avgjørt hjá monnunum undan seinasta leikumfari, so var lagt upp til eitt satt brak í fyrra dystinum í høllini á Kambsdali leygardagin. Her tók ÍF nevniliga ímóti SÍ í bestu kvinnudeildini, og undan dystinum var greitt, at vinnandi liðið fór avstað við meistaraheitinum.

Stúgvandi full høll
Tað kemur ikki ofta fyri, at ein ítróttarhøll er stúgvandi full til ein flogbóltsdyst í Føroyum. Vanliga er tað bert steypafinalurnar, sum draga eina rúgva av áskoðarum, men ikki ver til at siga annað enn, at høllin á Kambsdali var stúgvandi full við larmandi og spentum áskoðarum undan avgerandi oddadystinum millum kvinnurnar hja ÍF og SÍ. Aðrumegin vøllin sótu hundraðtals fuglfirðingar og larmaðu so at siga allan dystin, meðan sørvingar vóru møttir manssterkir upp og høvdu sett seg hinumegin vøllin at heppa sítt lið. So eingin ivi var um, at karmarnir kundu ikki verið betri undan seinasta dystinum í meistaradeildini hjá kvinnum, har meistaraheitið eisini skuldi avgerast.

ÍF fekk góða byrjan
ÍF og SÍ kunnu ikki metast at vera tey mest sigursvandu feløgini í føroyskum kvinnuflogbólti, men ÍF hevur tó uttan iva fleiri royndir enn SÍ, tá tað kemur til at spæla so týdningarmiklar dystir. SÍ hevur nevniliga ongantíð vunnið meistaraheitið.
Um tað vóru royndirnar, sum spældu inn í dystinum á Kambsdali, skal vera ósagt, men ÍF var tó liðið, sum kom væl betur frá byrjan. Tær løgdu seg á odda tíðliga í fyrsta setti, og sjálvt um munurin ikki var ovurhonds stórur, so tóktist ÍF alla tíðina at vera omaná.
Mitt í settinum dró ÍF enn meir frá SÍ, og sørvágskvinnur tóktust hava ilt við at steðga ÍF. Tað var eisini ÍF, sum vann fyrsta settið 25-20, og sostatt høvdu tær fingið eina flúgvandi byrjan uppá týdningarmikla dystin.
Í øðrum setti var tað aftur ÍF, sum kom betri frá byrjan. Tær løgdu seg nøkur stig fram um SÍ, og hesa leiðslun hildu tær langt út á settið. Spakuliga byrjaði SÍ tó at draga inn á ÍF, og endin gjørdist rættiliga spennandi, sjálvt um ÍF alla tíðina var omaná. Hetta settið vann ÍF 25-22, og nú byrjaðu fuglfirðingarnir veruliga at tevja gull.

Servirnar vóru avgerandi
Fyrstu tvey settini hevði ÍF verið nógv betra liðið, og tað var fult uppiborið, at tær høvdu vunnið hesi bæði settini. Tær tóktust vera sterkari í móttøkunum, og so var álopið meir fjølbroytt. Serliga Helen avgjørdi nógvar bóltar, men eisini útlendingar, Mirella, stóð rættiliga sterk í myndini í álopinum.
SÍ tóktist hinvegin at spæla nógv uppá Karin Mikkelsen, og hetta gjørdi, at ÍF hevði rættiliga lætt við at lesa spælið hjá SÍ. Kvinnurnar hjá SÍ tóktust eisini at vera heldur meir ávirkaðar av nervum enn leikararnir hjá ÍF, men hetta er helst ikki so løgið, tí ÍF hevur nógvar royndar leikarar á liðnum, meðan SÍ hevur eitt ungt lið við eini sera góðari framtíð.
Ein av størstu mununum fyrstu tvey settini vóru tó servurnar. ÍF servaði ótrúliga væl, og tær løgdu stórt trýst á SÍ við servunum. Hetta gjørdi, at móttøkurnar hjá sørvingunum ikki vóru so góðar, og tá gjørdist arbeiði hjá hevaranum, Annika á Stongum, ikki ov lætt.

ÍF vann meistaraheitið
Í triðja setti var bert eitt at gera hjá gestunum úr Sørvági. Um tær skuldu hava nakran møguleika at vinna meistaraheitið, so skuldi hetta settið fyrst og fremst vinnast.
Triðja sett bleiv tó ongantíð spennandi. Nú var ÍF nógv betri, og tær vunnu sær eisini eina góða leiðslu tíðliga í settinum. So við og við vaks munurin, og tá ÍF legði seg á odda 23-15 byrjaðu fleiri av áskoðarunum at syngja “Vit eru føroyameistarar.” Teir byrjaðu helst at feira sigurin heldur tíðliga, men her var snøgt sagt eingin ivi henda dagin. ÍF vann nevniliga ein knúsandi 25-18 sigur í triðja setti, og so lupu áskoðararnir inn á vøllin í einum gleðisrúsi. Kvinnurnar hjá ÍF vóru føroyameistarar í flogbólti, og sigurin hjá teimum var fult uppiborin henda dagin.
Skuffilsi hjá SÍ-leikarunum var sjálvandi stórt, men SÍ má sigast at hava havt eitt avbera gott kappingarár, og hava tær sama fólk komandi kappingarár, so er ikki óhugsandi, at tær kunnu røkka enn longur.
Sæð yvir alt kappingarárið er ÍF helst rætti føroyameistarin. Úrslitini hava verið rættiliga støðug, og so hava tær ligið í oddinum allan vegin. Tryggi sigurin í seinasta dystinum vísti eisini, at á degnum høvdu tær meir at geva av enn SÍ.

Meistaraheitið var tryggjað
Hjá monnunum var longu greitt undan seinasta dystinum, at ÍF hevði vunnið meistaraheitið, og tí var spenningurin ikki líka stórur undan hesum dystinum. Áskoðararnir vóru eisini færri í tali, men nakrir vóru tó verandi í høllini at heppa á mansliðini.
ÍF stillaði í sterkastu uppstilling, tá liðini fóru undir fyrsta sett, og teir byrjaðu eisini sum eitt satt ódnarveður. Teir løgdu seg á odda 12-2 beinanvegin, men so valdu teir at lata nakrar av yngru leikarunum sleppa á vøllin. Nú kom SÍ nógv betri við í settið, og móti endanum var eisini nær við, at SÍ fekk ÍF aftur. ÍF vann tó fyrsta sett uppiborið 25-21.
Í øðrum setti valdi ÍF at byrja við fleiri av eykaleikarunum inni, og hetta settið bleiv eisini heldur meir spennandi. Nú var SÍ betri við fyrstu løtuna, men sum settið leið, dró ÍF frá gestunum. Móti endanum hevði ÍF vunnið sær eina rættiliga tryga leiðslu, og her var eingin ivi um, at teir eisini fóru at vinna annað sett. Úrslitið av hesum gjørdist 25-19 til ÍF, og nú vóru teir veruliga á sigurskós.

SÍ vildi eisini spæla við
Í triðja setti byrjaði ÍF mest sum bert við eykaleikarum á vøllinum, og nú var tað brádliga SÍ, sum setti seg á dystin. Teir løgdu seg á odda mest sum alt fyri eitt, og munurin bara vaks og vaks.
Í hesum settinum var einki at ivast í, at SÍ var nógv tað betra liðið, og serliga ein leikari skaraði fram úr.
Jóhan Petur á Stongum spælir vanliga libero á føroyska landsliðnum, men á liðnum hjá SÍ spælir hann úti á kantinum. Sjálvt um hann ikki er av størstu monnum, so megnaði hann í fleiri førum at sláa fram við sterka blokkinum hjá ÍF, og hann spældi ein sera góðan dyst leygardagin. Hann var tó ikki bara sjónligur í álopspartinum, tí í verjupartinum var hann ótrúliga. Hann var mest sum allastaðni, og til tíðir fekk hann teir mest ótrúligu bólarnar upp av gólvinum.
Móti endanum av hesum settinum valdi ÍF at skifta fleiri av stuðulsleikarunum inn aftur, men ov seint var. Munurin var ov stórur, og hetta settið vann SÍ trygt, 25-18.

Stórur dagur hjá ÍF
Í fjórða setti byrjaði ÍF aftur við sterkasta liðnum, og nú sá betur út hjá teimum. Teir løgdu væl fyri og vunnu seg rættiliga trygt fram um fyrstu løtuna, og er var alt, sum bendi á, at ÍF fór at avgera dystin í hesum settinum.
Munurin gjørdist eisini størri og størri, og at enda var eingin sum helst ivi um, at ÍF fór avstað við sigrinum. Teir vunnu eisini fjórða sett 25-19, og sostatt fingu teir eisini ein sigur í seinasta dystinum í meistaradeildini hjá monnum.
Sum heild var hetta ein stórur dagur hjá flogbóltinum í Fuglafirði. Menninir høvdu longu vunnið meistaraheitið undan dystinum ímóti SÍ, og í allar seinasta dystinum megnaðu kvinnurnar eisini at vinna meistaraheitið við sigrinum á størstu rivalunum úr SÍ. Gullheiðursmerki í meistaradeildini hjá monnum og hjá kvinnum má metast at vera avbera flott av ÍF.

Úrslitini
Úrslitini

Meistradeild kvinnur: ÍF-SÍ 3-0 (25-20, 25-22, 25-18)
Meistaradeild menn:ÍF-SÍ 3-1 (25-21, 25-19, 18-25, 25-19)