?Stórur heiður hjá okkum øllum

Hósdagin varð Àrni Dam alment tilnevndur russiskur konsul

KONSUL

?Hetta er ein stórur heiður hjá øllum føroyingum.
Soleiðis sigur nýliga útnevndi russiski konsulin í Føroyum, Árni Dam.
Skipað var fyri einari móttøku á Hotel Hafnia seinnapartin hósdagin í sambandi við almennu útnevningina av Árna Dam sum russiksan heiðurskonsul.
Fitt av fólki stak inn á gólvið fyri at heilsa nýggja konsulinum. Teirra millum vóur eisini fleiri russarar, sum búgva í Føroyum.
Árni Dam fekk tey almennu pappírini handaði frá Vladimir Ulasevich, sum er virkandi russiskur sendiharri í Danmark.
Í hesum starvi sum manningarstjóri á agency deildini hjá Skipafelagnum hevur Àrni Dam havt nógv samskifti við russar, og hann sigur sjálvur, at hann so gott sum hevur verið virkað sum konsul ella sum umboðsmaður.
?Eg rokni tí ikki við, at tað verða tær nógvu broytingar í mínum dagliga arbeiði. Tað verða kanska fleiri almennar uppgávur, men sum sagt, eg rokni ikki við tí stóra arbeiðinum afturat, sigur Àrni Dam.
Sjálvur er hann eisini ógvuliga fegin um heiðurin. Árni Dam hevur knapt 30 ára royndir við russum, soleiðis at hann hevur hollan kunnleika til russisk viðurskifti. Àrni sigur, at hann roknar við, at millum tíggju og tjúgu russar búgva í Føroyum. Umframt hetta hava Føroyar tætt handilssamstarv við russar.
Spurdur, hvussu tað ber til, at russar hava bíðað inntil nú við at tilnevna ein konsul í Føroyum, sigur Árni, at danir ikki hava ynskt hetta áður, men nú havi givið loyvi til russiskan konsul í Grønlandi og í Føroyum.

Menna samstarv
Vladimir Ulasevich er komin til Føroya sum virkandi sendimaður í Danmark fyri Russland í ørindunum at tilnevnda og vera hjástaddur, nú Árni Dam er vorðin russiskur konsul.
Vladimir Ulasevich greiðir frá, at uppgávan hjá russiksan konsulinum í Føroyum fyrst og fresmst at skapa góður umstøður fyri russarar í Føroyum.
?Vit vilja eisini menna samstarvið við Føroyar, og vit meta tað sum eitt týdningarmikið stig at útnevnda ein konsul í Føroyum, sigur Vladimir Ulasevich.
Sosialurin ynskir Árna Dam til lukku við heiðurinum.