Stórur áhugi fyri Ebeltoft

Fólk frá Ebeltoft Kurcenter vóru í Føroyum í seinastu viku og hildu fyrilestur um teirra virksemi. Christian Sørensen, souschef, sigur, at tey eru avbera vælnøgd við teirra vitjan og fingu nógv burturúr

Christian Sørensen fegnast um, at undirtøkan og áhugin fyri Ebeltoft eru stór í Føroyum. Og hann sigur, at tosað varð nógv um samstarv av ymsum slagi. Millum annað tosaðu tey við Elsu Mariu Bærentsen úr Yndi í Havn.
- Vit tosaðu um at seta ein lívsstílsklubba á stovn í Føroyum, tí tað snyr seg jú ikki bara um at tapa seg, greiðir Christian frá. Men tað er onki tílíkt í Føroyum, so tey frá Ebeltoft hava lovað, at tey vilja venda aftur við nøkrum ítøkiligum uppskotum um, hvussu hetta kann verða gjørt. Men tó er greitt, at ein stovnani fundur verður í Yndi leygardagin 5. apríl klokkan 10 fyrrapart.
- Tað hevði verið gott, um ein lívsstílsklubbi var í Føroyum, har tey sum hava verið hjá okkum og onnur eisini kunnu halda fram, tí tað eru heilt nógvir føroyingar, sum hava verið her nú, sigur Christian Sørensen, sum tó ikki veit við vissu, júst hvussu hetta verður skipað. Men tað verður arbeitt við málinum.
Tveir fyrilestrar vórðu hildnir á vitjanini hjá Ebeltoft. Ein var í Klaksvík og ein í Tórshavn. Eini 200 fólk tilsamans mundu vera til báðar fyrilestrarnar.
Endamálið hjá Ebeltoft við teirri vitjan var at upplysa um teirra virksemi.
Mong eru tey, sum halda at Ebeltoft er eitt stað, har tjúkk fólk fara upp á slankikur. Men so er ikki. Ebeltoft snyr seg um so avbera nógv annað. Tá ein setur seg í samband við tey, verður frá fyrstan tíð gjørt greitt fyri umsøkjaranum at viðkomandi má vera púra vísur í tí, hann ella hon ger. Tí tað snyr seg fyrst og fremst um at broyta lívsstíl. At broyta kostvanar og lívsstíl. Á Ebeltoft læra tey at eta rætt og íðka nógv, soleiðis at tey ikki gerast yvirvektig aftur beinanvegin.
? Ein umsøkjari má gera sær greitt, at ein broyting í lívsstíli er varandi. Vit læra tey at liva skilagott og tí er tað ikki sum ein pulvurslankikurur, har ein etur ella drekkur pulvurblandingar í eitt ávíst tíðarskeið, og síðani fer ein aftur til tann vanliga matin, greiðir Christian frá. Her skoytir hann uppí, at hagtøl vísa, at 99 út av 100 taka uppá aftur.

Sunna og sálarliga føði
Á Ebeltoft verður nágreiniliga funnið út av, hvat og hvussu ein persónur eigur at eta. Og tað er ójavnt frá persóni til persón. Men tað liggur fast, at tey skulu eta seks máltíðir um dagin. Og so læra tey at finna kost, sum ikki fer upp um tað metta talið av kalorium ein persónur skal hava um dagin. Og so skulu tey flyta seg nógv. Tað er ikki tvungið, hvat tey skulu gera, men tey skulu flyta seg. Antin fara ein gongutúr, svimja ella fara í motiónsrúmið.
Christian Sørensen greiðir somuleiðis frá, at tað sum oftast eru sálarligir trupulleikar, sum liggja aftanfyri, tá eitt menniskja etur so nógv.
- Og tað royna vit so eisini at hjálpa viðkomandi við. Vit arbeiða við sálarligum trupulleikum, sum møguliga kunnu vera orsøk til, at viðkomandi etur so nógv og er vorðin so yvirvektigur, sigur Christian Sørensen, sum júst henda dagin, Sosialurin tosaði við hann, skuldi senda fleiri faldarar til Føroyar til áhugaði.
Spurdur um tað vóru mong, sum høvdu hug at koma niður á Ebeltoft, svarar Christian, at tað eru tað. Men hann sigur samstundis, at yvirvektig eru sjálvandi sera forvitin at vita, hvat Ebeltoft er, men tey tora kanska illa at møta upp, og tí senda tey ofta onkran fyri seg at vita, hvat hetta er fyri nakað. Og tí er tað torført hjá honum at siga nakað nágreiniligt um áhugan.
- Tað er torført at staðfesta, hvussu umfatandi trupulleikin er í Føroyum, tí tað finnast ongi hagtøl, sum skráseta, hvussu mong yvirvektig eru í landinum, sigur Christian.

Fyribyrgjandi
Líka so væl sum Ebeltoft hjálpir teimum yvirvektigu, so hava tey eisini boðið seg til at hjálpa við at leggja ætlanir fyri fyribyrgjandi arbeiði á eitt nú skúlunum. Umboðini frá Ebeltoft hava somuleiðis verið í sambandi við nakrar av politikarunum í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu og greitt frá.
- Hví bert tosa um oveting, tá til dømis royking er ein minst líka stórur trupulleiki millum ung í dag, spyr Christian, sum øtast, at tað eru so mong ung, sum roykja í Føroyum. Hann nevnir til dømis níggjunda flokk í Klaksvík. Har er tað ikki langt við síðuna av at siga, at annar hvør næmingur roykir.
Christian vísir á, at tað ber til at gera alt møguligt, um viljin er tilstaðar, her á landi. Hann tosar um at seta eina sunnheitsherferð í gongd.
- Vit hjálpa fegin at koma í gongd, sigur Christian, sum heldur tað vera ein fyrimun, at Føroyar eru so lítlar, tí tað so er lætt at seta okkurt í gongd.