Føroyingar eru serstakliga væl egnaðir sum ferðaleiðarar. Teir duga at samskifta á øllum norðurlendsku málunum og eru harafturat frískir og positivir, sigur Palle Højsholt, sum í gjár helt kunnandi fund saman við Sámali Bláhamar um møguleikarnar hjá føroyingum at útbúgva seg til ferðaleiðarar.
Palle Højsholt sigur, at tey best egnaðu at gerast ferðaleiðarar eru ung millum 20 - 30 ár. Hann sigur, at norðurlendsku ferðaskrivstovunum vantar ungar ferðaleiðarar í løtuni, og tískil er góður møguleiki hjá ungum evnaríkum fólkum at fáa arbeiði, eftir at hava luttikið á skeiðinum, ið felag hansara skipar fyri.
Áhugin millum ungar føroyingar at gerast ferðaleiðarar tykist at vera stórur. Í hvussu so er vóru tey nógv, ið leitaðu sær í Føroya Handilsskúla týsdagin at kunna seg um ferðaleiðaraútbúgvingina, ið Palle Højsholt og felag hansara stendur fyri.
Persónlig menning
Palle Højsholt sigur, at ferðaleiðaraskeiðið er ógvuliga mennandi fyri tann einstaka persónin. Ein lærir at bera seg fram, og samstundis verður sjálvsálitið styrkt, so at ein torir at stilla seg upp frammanfyri einum bólki av fólki at greiða frá. Eisini lærir ein væl, hvussu ein á bestan hátt skipar sítt arbeiði. Tá ein er ferðaleiðari er hetta nevniliga ógvuliga umráðandi, fyri at tey ferðandi skulu fáa mest møguligt burturúr.
Tænir føroysku ferðavinnuni
Sámal Bláhamar, stjóri á Toru Tourist Traffic, sigur, at hóast skeiðið, ið Service & Co. skipar fyri, byggir á útlendska ferðavinnu og gevur møguleika fyri at fáa arbeiði hjá ymsum norðurlendskum ferðafyriskiparum, tænir hetta føroyskari ferðavinnu. Hann vísir á, at møguleiki er at arbeiða fyri útlendska fyritøku, ið skipar fyri ferðum suðureftir um veturin, og síðani at arbeiða fyri Toru Tourist Traffic í Føroyum um summarið.
Okkum vantar útbúnar ferðaleiðarar, og tí er hetta eitt ógvuliga gott tilboð fyri okkum, ið somuleiðsi kann hækka tænastustøðið í føroysku ferðavinnuni, sigur Sámal Bláhamar, stjóri á Touru Tourist Traffic.
Spennandi og stævin mánaður
Ferðleiðaraskeiðið verður hildið á Costa Brava í Spania, og prísurin fyri at vera við er 9.000 krónur úr Keypmannahavn. Tað vil siga, at ein er noyddur at leggja flogferðina úr Føroyum til Keypmannahavnar afturat prísinum.
Ramman um frálæruna á ferðaleiðaraskeiðinum er býurin Calella, ið liggur 55 kilometrar norðanfyri Barcelona. Hetta er eitt ógvuliga væl umtókt ferðamál, og savnast tískil nógv ferðafólk her alt árið. Hóast talan er um eitt ógvuliga spennandi øki, har nógvir møguleikar eru fyri hvønn einstakan at hugna sær, hevur ein ikki nógva tíð til slíkt, tá ein er á ferðaleiðaraskeið. Frálæran varir nevniliga frá klokkan 9:00 og endar klokkan 19:00. Tó hevur ein siesta í tveir tímar, frá klokkan 13 til klokkan 15, har ein hevur møguleika at savna orku við smijihylin á hotellinum ella okkurt líknandi.
Frálærudagurin byrjar vanliga við ástøðiligari frálæru í tænastu, ið seinni um dagin broytist til verkliga venjing í bólkum. Seinnapartin á degnum er ofta einstaklingsfrálæra, har ein lærir at nýta tosa við fólk gjøgnum mikrofon og líknandi. Men skáin er ógvuliga skiftandi, eins og lívið sum ferðaleiðari, tað finnast ikki tveir dagar, ið eru eins, sigur Palle Højshot frá danska felagnum Service & Co., ið tekst við at útbúgva ferðaleiðarar.