Stórur áhugi fyri fiskivinnustevnu

- Longu nú eru 60% av básunum á stóru altjóða fiskivinnumessuni, North Atlantic Fish Fair, bílagdir og áhugin millum framsýnarar er stórur, siga fyrireikararnir. Tað gongur væl við fyrireikingunum til North Atlantic Fish Fair, sum verður í Klaksvík í døgunum 5.-7. apríl. Samskiparin, Dánial Petur Hansen, sigur, at í mun til undanfarin ár er undirtøkan higartil størri, tí longu nú eru 60% av básunum bílagdir.

- Undanfarnu árini hava umleið 150 fyritøkur luttikið, og um 3000 einstaklingar hava vitjað í meðal um dagin. Sum út sær í løtuni, fara vit at røkka hesum málinum aftur hesaferð, sigur hann.

Karmarnir um fiskivinnumessuna verða eisini heilt serligir hesaferð, tí grannahallirnar, KÍ-høllin og Badmintonhøllin, verða knýttar saman, og saman við svimjuhøllini verður talan um eitt heilt serligt umhvørvið fyri framsýnarar og vitjandi.

- Tað at messan nú kann verða hildin í tveimum ítróttarhallum, sum kunnu knýtast saman, er ein sera stórur fyrimunur við tað, at hallirnar á so nógvum økjum eru so væl útgjørdar. At sleppa undan at hava stóran part av messuni í stórum tjøldum, er eisini ein stórur fyrimunur, sigur Dánial Petur Hansen.

Hann vísir á, at síðani avgjørt varð at flyta messuna til Klaksvíkar, hava stigtakararnir bert møtt vælvild frá norðoyingum.

- Hetta er eisini neyðugt, um messan veruliga skal eydnast, eitt nú tí, at so nógv viðurskifti eru rundan um messuna sum krevja nógv av nærumhvørvinum, sigur Dánial Petur Hansen, samskipari.