Stórur áhugi fyri grundstykkjum í Kollafirði

Grundstykkini kundu ikki seljast fyri kostprís, tí áhugin var ov lítil. Nú hava 53 fólk skrivað seg upp til tey seinastu 12 grundstykkini í Kollafirði.

Grundstykkini kundu ikki seljast fyri kostprís, tí áhugin var ov lítil. Nú hava 53 fólk skrivað seg upp til seinastu 12 grundstykkini í Kollafirði.

 

Freistin at skriva seg upp til útlutanina til grundøkini í Homrum í Kollafirði fór á midnátt. Og nú freistin er farin, hava 53 skrivað seg upp til lutakastið.

 

Miðalstøddin á grundøkjunum í Homrum er 544 fermetrar, og kostnaðurin er 255.680 krónur.

 

Hetta eru tey grundstykkini, sum eitt ávíst rok bleiv um í Tórshavnar Býráð, tá meirilutin ynskti at selja grundstykkini bíligari enn kostprísin, sum annars er politikkurin í Tórshavnar kommunu.

 

Andstøðan í býráðnum kærdi meirilutan til Innlendismálaráðið og segði, at kommunan nú ger mun á borgarum. Tað kann ikki vera rætt, at nøkur skulu fáa bíligari grundstykki frá kommununi enn onnur, segði minnilutin.

 

Meirilutin helt fast við sítt og fekk viðhald frá Innlendismálaráðnum. Meirilutin segði, at um tey skuldu halda seg til kostprísin, sluppu tey ikki av við grundstykkini, tí grundstykki í Kollafirði snøgt sagt ikki vóru líka eftirspurd sum grundstykki í Havn og tí kundi prísurin ikki samanberast.

 

Nú freistin er farin at skriva seg upp til tey 12 grundstykkini í Kollafirði, eru tað 53 fólk, sum eru áhugað. 

 

Seinni í ár fer kommunan at luta oman fyri 40 grundøki út við Klingurstjørn á Argjum. Tann útlutanin fer fram eftir sama leisti sum seinastu 12 grundøkini í Homrum.