Í morgun byrjaðu peningastovnarnir at selja partabrøv í føroyska flogfelagnum, og sølan hevur gingið væl -Tað hevur gingið væl at selja partabrøv hjá Atlantsflogi, sigur Jákup Petur Bærentsen, íløgurøktari hjá Kaupthing Banka, við Kringvarpið. Tað er Kaupthing Banki, sum stendur fyri søluni.
Í hesum umfari skal ein triðingur av felagnum seljast: 15 prosent til stórar íleggjarar, 15 prosent til smáar íleggjarar og trý prosent til starvsfólk og stjórn hjá felagnum.
Ein stórur íleggjari er ein, sum keypir í minsta lagi 20.000 partabrøv, sum svarar til góðar fimm milliónir krónur.