Stórur áhugi fyri Ítróttarháskúlanum í Vági

Ítróttaháskúlin í Vági er bara vaksin síðan hann byrjaði í 2017, og nú er næstan hvørt skeið fullsett.

Tað eru ikki bara føroyingar á skeiðinum, men eisini danir. Fyrr hava bæði íslendingar og bretar gingið á skúlanum.

Tað eru tvey skeið um árið; eitt várskeið og eitt heystskeið.

Við Marghøllini og Pálshøll eru umstøðurnar til ítrótt av teimum bestu í Føroyum.

Skúlastjórin, Gudmundur Joensen, sum er í uppskoti til ársins leiðara hjá tí almenna á Leiðaradegnum fríggjadagin, sigur, at orsøkin til, at Ítróttarháskúlin er so væl umtóktur er, ein kombinatión av nógvum tingum.

– Serliga kombinatiónin av tí harða og stuttliga lívinum. Eisini hava starvsfólkini nógv at siga, lærarirnir eru ógvuliga dugnaligir, og umhvørvið er gott, sigur Gudmundur Joensen.

Hann sigur víðari, at vágbingar eru við til at lyfta skúlan, teir eru altíð klárir við einari hjálpandi hond.

##med3##

##med2##

– Hetta eru nakrar orsøkir til, at Ítróttaháskúlin í Suðuroy er so væl umtóktur, sigur hann.

Í februar fer ítróttaháskúlin fyri fyrstu ferð á námsferð uttanlands. Hetta er nakað, sum tey hava arbeitt við leingi.

– Hetta er ein tung árstíð, og tí er tað frísktligt at fara ein túr uttanlands, sigur skúlastjórin.

Tey fara til Norra á skíðferiu. Orsøkin til, at tað verður Norra, er tí at har er alt so væl skipað, har er trygt og sjálvandi tí, at har er ein stórsligin náttúra, og Norra er ein uppliving í sær sjálvum, heldur Gudmundur Joensen.

##med4##

Tey hava áður verið ferðir runt í Føroyum, men hetta verður fyrstu ferð tey fara út um Føroyar.

Eitt nýtt skeið er byrjað, og nýggir næmingar eru komnir í smátturnar.

– Tað, sum er endamálið hjá skúlanum er at menna næmingarnar, so at líkamikið hvørja avbjóðing teir fáa í lívinum, eru teir klárir upp á tað og bukka ikki undan.

– Hetta skal eisini verða ein tíð, sum næmingarnir fara at minnast aftur á við gleði, sigur skúlastjórin.

##med5##

Eitt nýtt næmingaheim verður bygt, og tað væntast at verða liðugt í januar 2021.

Tað fer at verða ein broyting, tí nú fara øll at búgva undir sama taki, men Gudmundur Joensen heldur ikki, at næmingaheimið fer at standa nakað aftan fyri smátturnar.

Fyrrverandi næmingar á skúlanum, sum in.fo hava verið í sambandi við, lata væl at skúlanum. Tey bara positiv ting at siga.

##med6##