Stórur áhugi í Kekkia

Fótbóltur: Tólv tíðindafólk úr Kekkia koma at siga frá dystinum á Svangaskarði sunnudagin

Kekkia er hægst styrkismetta landið í bólki eitt í EM undankappingini, og tá sammett verður við onnur lond, sum føroyingar kundu havt fingið í sín bólk sum hægst styrkismetta landið, t.d. Týskaland ella Ongland, so er tað kanska ikki so nógv at tosa um, at kekkiska ferðalagið, sum kemur til Føroya í sambandi við landsdystin komandi sunnudag, telur knapt sjeyti fólk.

Umframt teir átjan spælararnar eru tólv hjálparfólk og sekstan onnur umboðsfólk frá kekkiska fótbóltssambandinum. Millum hesi eru ein rúgva at stuðlum ella sponsorum hjá kekkiska fótbóltssambandinum. Harafturat koma níggju fók frá stuðulsfelagnum hjá landsliðnum, sum tað verður rópt á listanum yvir tey, ið koma higar.

Og so eru tað tíðindafólkini, sum eru tólv í tali. Tey flestu umboða bløðini, men har eru tríggir frá einari sjónvarpsstøð, og tveir koma frá einari útvarpsstøð.


Kend nøvn

Kekkiska fótbóltssambandið hevur boðað FSF frá hvørjir spælarar koma við. Og skulu vit døma út frá listanum, so koma teir við tí tunga skjútsinum.

Av teimum átjan spælarunum vinna trettan fyri gott og væl dagligt breyð uttanfyri egið landamark., t.d. tann navnframi Pavel Kuka, sum spælir í týska Kaiserlautern og Karel Poborský, sum hevur spælt í Manchester United, men sum nú spælir í Benfica í Portugal. Nógv av nøvnunum kenna vit aftur frá tí, at Kekkia fyri einum ári síðani spældi á Svangaskarði í HM undankappingini.