Stórur áhugi men vánalig líkindi

- Áhugin fyri útferðunum undir Vestmannabjørgini er støðugt vaksandi, men í ár hava líkindini verið verri enn undanfarin ár

Tað sigur Bjarki Skúvadal, sum er ein av teimum, sum skipar fyri útferðum undir Vestmannabjørgini við báti.

? Tann nógva vesturættin, serliga í juli, gjørdi, at vøksturin ikki bleiv tann sum hann kundi verði, og nú avtornaði er úrslitið mestsum tað sama sum í fjør, sigur hann. Juli er tann mánaðin, tá mest er at gera. Tað hongur helst saman við, at flest ferðafólk er her tá og nógvir útisetar eru eisini

heima um tað mundi.

? Men áhugin fyri okkara túrum hevur verið nógv størri í ár, og tað sæst eisini aftur hinar mánaðarnar, sigur Bjarki Skúvadal


Nógvur fuglur

Fuglurin hevur ikki verið tann sami undir Vestmannabjørgunum, sum hann var fyri einum mansaldri síðani. Men teir hjá Skúvadal halda, at hann kortini er í spakuligari menning.

? Tað er so heilt vist, at lundastovnurin er nógv betur fyri í ár. Heilt nógv hevur verið av lunda í Heygadrangi og eisini hevur nógv lív verið í lundalandinum í Grønskriðudranga, har vanliga ikki so nógv er at síggja, sigur Bjarki, og leggur afturat at heilt nógv av sildbera eisini hevur verið at sæð.


Avlýsa ongantíð

Sjálvt um tann nógva vesturættin hevur gjørt, at ikki hevur verið siglandi fleiri dagar, so hevur Skúvadal Sp/f ikki avlýst meiri enn neyðugt av teirri orsøk.

? Vit fóru fyri nøkrum árum síðani at gera túrar suður gjøgnum Vestmannasund - undir Trøllkonufingur - tá veðrið ikki var til vildar undir Vestmannabjørgunum. Har lívir sum oftast, tá ættin liggur inná vestanfyri.

Tað var partvís eitt ynski frá túroperatørunum, tí bólkar sum koma hendaveg hava ofta goldið fyri túrin áðrenn tey koma, og tey mugu tí fáa okkurt fyri pengarnar. Og forðar veðrið fyri at tey kunnu fáa tað besta, so mugu tey fáa tað næstbesta, sigur Bjarki Skúvadal.

Hann sigur, at tey sum hava verið undir Trøllkonufingri hava latið væl at, men at fráfallið kortini altíð verður stórt, tí fleiri, serliga føroyingar, tíma ikki tann túrin, og bíða heldur eftir betri líkindum undir Vestmannabjørgunum.


Barbara riggað væl

Skúvadal Sp/f fekk í fjør ein nýggjan bát til túrarnar undir Vestmannabjørgini. Tað er Barbara, sum tekur 28 fólk og sum er bygd hjá AWI-boats í Runavík. Báturin hevur riggað stak væl, og fólk, sum hava verið við, hava eisini róst honum dúgliga.

? Fyri okkum kendist tað rætt at byggja bátin í Føroyum, so pengarnir sum koma frá ferðavinnuni eru í landinum og arbeiða víðari her, sigur Bjarki Skúvadal at enda.