- Tað er einki at ivast í, at hetta er ein missur hjá okkum. Talan er um ein leikara, sum hevur skotið hópin av málum higartil, og nú mugu hesi so koma aðra staðni frá, um vit skulu vinna dystirnar. Hetta sigur Svein Rógvi Nielsen, sum í ár er venjarin hjá Stjørnuni.
Víðari sigur hann, at hetta helst eisini kemur at viðføra onkrar broytingar á liðnum.
- Í øllum førum verður hetta ein roynd fyri breiddina av hópinum. Her eru vit helst betri fyri, enn fleiri av kappingarneytum okkara, men hinvegin er ein góður bonkur eisini neyðugt, um man ætlar at vera við í toppinum. Hetta er framvegis málið, men sum sagt, so er tað ein stórur missur, at Adriana ikki verður við framyvir, sigur Svein Rógvi Nielsen at enda.