Um vikuskiftið hevur innbrot verið í Havn, har tjóvarnir hava fingið fatur á nógvum rúsandi heilivági.
Hildur Hentze, kanningarleiðari, sigur, at talan er um morfintablettir, ketogan og morfinplástur.
- Talan er um rættiliga nógv morfin, sum kann vera sera vandamikið, um fólk tekur tað, sigur Hildur Hentze, sum tó ikki vil siga meiri um, hvar brotið er inn.
Talan er um 90 morfintablettir, 20 ampullir av flótandi morfin, 10 ampullir av flótandi ketogan, 2 pakkar av morfinplástri, 50 dololtablettir og aðrar tablettir.
- Løgreglan vil ávara fólk um at taka nakað av hesum, tí ilt er at siga, hvussu tú reagerar upp á slíkan heilivág, sigur Hildur Hentze.