Stórur rúsevnafongur

Undir einum stórum átaki í Sidney hevur avstralska løgreglan lagt hald á rúsevni fyri 500 milliónir avstralskar dollarar, sum svarar til 3,2 milliardir krónur. Talan er um rúsevnini krystal metamfetamin og heroin.

Løgreglan rannsakaði fleiri bústaðir í Sidney í gjár og kom fram á 306 kilo av krystal metamfetamin, ið eisini er kent sum "ice", umframt 252 kilo av heroini. Sagt verður at metamfetamin er tríggjar ferðir sterkari enn vanligt amfetamin.

Higartil eru sjey fólk tikin. Fýra teirra eru ríkisborgarar í Hongkong, og hini trý búgva í Avstralia, verður sagt.