Stórur sigur til argjamenn

AB hongur í toppinum í 1. deild. Í dag vunnu argjamenn stórsigur 8-0 á heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá HB. Eftir 1. hálvleik var støðan 3-0.

Sigurin ber við sær, at AB hevur 34 stig, og at argjamenn eru trý stig aftanfyri toppliðini 07 Vestur og VB/Sumba, sum hevur spælt ein dyst meiri enn AB og 07 Vestur.

Eftir at Dion Splidt beinanvegin hevði lagt AB framum, sá Hendrik Rubeksen hjá HB reytt, og tá ið HB lítla løtu seinni gjørdi sjálvmál, var tað greitt, hvønn veg tað bar.

Stutt undan steðginum gjørdi HB enn eina ferð sjálvmál!

Stutt eftir steðgin varð enn ein HB spælari vístur av vøllinum, og níggju ímóti ellivu var uppgávan vónleys hjá AB, sum dreiv á:

Tummas Hans Rubeksen skoraði tríggjar ferðir í 2. hálvleiki, og Evrard Ble og Dánial Rói Jacobsen, sum fyri fyrstu ferð var á besta AB liðnum, skoraðu eitt mál í part.