13. umfar í 1. deild er á skránni í vikuskiftinum. Fyrsti dysturin var á Svangaskarði í gjárkvøldið. Úrslitið millum B68 og NSÍ var 2-2. Hinir fýra dystirnir verða spældir seinnapartin í dag.
Toppuppgerðin er á Argjum, har VB/Sumba vitjar. Fyrsta bríkslið er longu kl. 14. AB er á 4. plássi ? trý stig frá silvurplássinum ? og tað hevur stóran týdning fyri AB royndina aftur at vinna seg upp í Formuladeildina, at úrtøkan fæst burturúr. Í VB/Sumba kunnu teir ivaleyst liva við javnleiki.
TB var stórfavorittur fyrr í ár í Leirvík. Ta ferðina vann Víkingur 1-0. Umførini eftir vitjanina í Leirvík gekk tað striltið hjá TB. Seinastu ferðirnar hevur tað hilnast væl, og í dag hevur TB møguleikan at siga Víkingi takk fyri seinast.
07 Vestur hevur á pappírinum lætta uppgávu. Vágamenn vitja í Streymnesi. Fýra tær seinastu ferðirnar hevur EB/Streymur einki stig vunnið. Samantalda tapið hevur verið 1-24!
HB vitjar í Klaksvík. Hjá báðum liðunum hevur tað verið upp og niður. KÍ hevur einki stig vunnið fimm tær seinastu ferðirnar. HB hevur ikki tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar.
Í gjár
B68-NSÍ 2-2 (0-0)
Í dag
AB-VB/Sumba: Høgni Hansen kl. 14
TB-Víkingur: Páll Augustinussen kl. 15
KÍ-HB: Petur Reinert kl. 15
EB/Streymur-07 Vestur: Rói Jacobsen kl. 13
Støðan
VB/Sumba 31
07 Vestur 28
TB 26
AB 25
HB 16
Víkingur
KÍ 13
EB/Streymur og NSÍ 9
B68 7
TB, HB, EB/Streymur, NSÍ og B68 hava spælt 13 dystir, VB/Sumba, 07 Vestur, AB og KÍ hava spælt 12 dystir, og Víkingur 11 dystir.