Arbeiði
Í Leirvík er stórt framleiðsluvirksemi innan fiskivinnuna. Í bygdini eru ikki færri enn trý hampilig fiskavirkir umframt knettavirkið, sum er eitt minni arbeiðspláss.
Virkini, talan er um, eru Tavan, fiskavirkið hjá Kjartani Joensen og høvdavirkið.
Tað er greitt, at skulu øll hesi virki hava nóg mikið av arbeiðsfólki, er neyðugt, at fólk eisini koma úr øðrum bygdum til Leirvíkar at arbeiða. Men tað er ikki óavmarkað, hvussu nógv fólk eru tøk aðrastaðni, tí í flestu grannabygdum er eisini nógv at takast við.
Í Leirvík arbeiða tí eisini fleiri avbygdafólk og útlendingar, eitt nú póllakkar, jugoslavar og russar.
Seks útlendingar
Kári Egholm Jacobsen, sum er virkisleiðari á Tavuni í Leirvík, sigur, at tey hava einar seks útlendingar á virkinum í løtuni.
- Millum hesar er onkur fótbóltsspælari við konu, og fyrr í heyst komu eisini tveir jugoslavar til arbeiðis á virkinum.
Hann sigur, at útlendingarnir fyri tað mesta arbeiða í summarhálvuni, fara heimaftur um heystarnar og koma síðan aftur, tá ið tað byrjar at vára.
- Men nú hava vit eisini bíðilista við útlendingum. Fólk, sum arbeiða her, hava samband við vinir og kenningar í heimlandinum, og har eru fólk, sum vilja sleppa heim til Føroya at arbeiða.
Kári sigur, at vanliga fáa hesi fólk eitt arbeiðsloyvi, sum varar í 3 mánaðir ella meira, og hetta loyvi kann so endurnýggjast. Skulu útlendingar koma higar at arbeiða, er neyðugt, at tey bæði hava játtan frá arbeiðsgevara uppá arbeiði og arbeiðsloyvi frá myndugleikunum.
Tavuni vantar
16 reinskerarar
Nú gullaksavertíðin er liðug, arbeiða tey upsa á Tavuni. Tey arbeiða í tveimum vaktum við 30-35 fólkum á hvørji vakt. Fyrra vaktin er til arbeiðis frá kl. 8-16 og seinna frá kl. 16 til midnátt.
- Í løtuni vantar okkum 16 góðar reinskerarar. Vit hava søkt eftir fólki í bløðunum, men tað vísir seg ikki at nytta nakað, sigur virkisleiðarin.
Hann sigur, at fáast ikki fleiri reinskerarar, er ikki óhugsandi, at Tavan noyðist at gevast við aðrari vaktini.
Spurdur, hvussu útlendingarnir roynast, letur Kári Egholm Jacobsen, væl at.
- Tey roynast væl sum arbeiðsfólk, og fleiri teirra hava góðar útbúgvingar, sigur virkisleiðarin at enda.