ST-stovnur: Ísrael hevur pínt palestinskar fangar

Fangarnir vóru fyri waterboarding, svøvnfrátøku, elektriskum stoytum og aðrari píning

Palestinskir fangar verða viðgjørdir á einum sjúkrahúsið í Rafah eftir at hava verið fyri píning í ísraelskum varðhaldi (mynd: Middle East Monitor)

Mannarættindastovnurin hjá ST kunngjørdi í dag eina frágreiðing, ið m.a. vísir, at palestinskir fangar, sum eru blivnir tiknir og settir fastir av ísraelskum myndugleikum eftir álopið tann 7. oktober, hava verið fyri waterboarding, svøvnfrátøku, elektriskum stoytum, ræðan við hundum og øðrum sløgum av píning og ringari viðferð.

 

Í frágreiðingini stendur m.a., at ísraelska fongsulstænastan hevur fleiri enn 9.400 “trygdarfangar” í varðhaldi, og at summir teirra hava verið hildnir í loyndum, uttan atgongd til verja og uttan nøkur atlit til teirra rættindi.

 

Ein samandráttur av frágreiðingini – ið er grundað á samrøður við fyrrverandi fangar og aðrar keldur – fanst hvassliga at skelkandi talinum av fangum – bæði menn, kvinnur, børn, fjølmiðlafólk og mannarættindastríðsfólk – og vísti á, at slíkur framferðarháttur gevur ábendingar um, at fólk verða tilvildarliga fongslað.

 

Volker Türk, ið er mannarættindaovasti í ST, sigur við tíðindastovuna AP, at “vitnisburðirnir, ið skrivstova mín og aðrir stovnar hava savnað saman, vísir nógva ótespiliga viðferð, millum annað waterboarding og at hundar verða sleptir leysir móti fangum, sum er púra greitt í stríð við altjóða mannarættindalóg og altjóða humanitera lóg.”

 

Altjóða revsidómstólurin kannar í løtuni brotsverk framd í samband við yvirgangsatsóknina hjá Hamas tann 7. oktober í fjør, og áleikandi ísraelsku herferðina í Gaza, og mest sannlíkt verður frágreiðingin eisini partur av hesum arbeiðinum.

 

Palestinskir fangar verða viðgjørdir á einum sjúkrahúsið í Rafah eftir at hava verið fyri píning í ísraelskum varðhaldi (mynd: Middle East Monitor)