Londini krevja, at hernaðarligi Houthi-uppreistrarbólkurin í Jemen í stundini gevst við atsóknunum móti skipaferðsluni í Reyða Havinum.
Russland, Kina, Mosambik og Algeria atkvøddu ikki, tá málið var til viðgerðar. Hini limalondini tóku undir við samtyktini.
Tað vóru USA og Japan, sum løgdu uppskotið fram. Í samtyktini verður sagt, at ST-limalond kunnu verja síni skip móti álopum í Reyða Havinum.
Harumframt kunnu londini tryggja rættin hjá skipum at sigla í búskaparligum øki og á frælsa havinum samsvarandi altjóða rætti.
Samtyktin ber eisini í sær, at Operation Prosperity Guardian, sum USA stendur á odda fyri, kann halda fram at verja skipaferðsluna í Reyða Havinum og í Adenvíkini móti rakett-og dronuálopum frá Houthi-uppreistrarrørsluni.
Týsdagin søgdu USA og Bretland, at teirra skip høvdu skotið niður 18 dronur og tríggjar rakettir yvir Reyða Havinum. Bretski verjumálaráðharrin, Grant Shapps, segði, at hetta var ógvusligasta álopið higartil.
Hernaðarligi Houthi-uppreistrarbólkurin hevur tikið ábyrgdina av álopinum og sigur, at álopið var vent móti amerikanskum skipum, sum stuðla Ísrael í krígnum móti Hamas í Gaza.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í nátt.