- Stóðu væl í verjuni

Eftir dystin ímóti VÍF fingu vit orðið á Áka Mørk, sum var ein av mest eyðsýndu leikarunum á liðnum hjá Neistanum. Hann helt, at verjan spældi ein góðan dyst ímóti VÍF.
- Vit royndu at hugsa nógv um verjuna, og so mettu vit, at álopið nokk skuldi fara at ganga. Hetta haldi eg riggaði til fulnar. Sjálvt um teir fáa heili 32 mál, so hali eg, at bæði verjan og málverjin hava ein góðan dag í dag. Harafturat gleðist eg um, at vit fingu skjótálopið at rigga so væl í dag, tí hetta er ein týðandi partur av okkara álopsspælið, segði ein glaður Áki Mørk eftir trygga sigurin í Vestmanna.