1. desembur vóru 30 ár liðin, síðani fyrsti persónurin varð innlagdur á Heilbrigdi á Velbastað. Síðani tá hava 4.300 innleggingar verið og talan er um 3.200 ymiskar persónar. Árni Rein, stovnsleiðari, metir, at eini 2.000 av teimum ganga edrúir í dag, íroknað 500, sum ikki longur eru millum okkara.
Hann sigur, at fyri tað mesta eru tað mannfólk, sum eru innlagdir á Velbastað, men at talið av konufólkum er vaksandi.
- Í ár fer belegningurin av konufólki at nærkast 20 prosentum og tað fer at koma upp á 50 prosent við tíðini. Tað veit eg.
Árni Rein ivast heldur ikki í, hvør orsøkin er til, at at síggja til fleiri kvinnur hava rúsdrekkatrupulleikar í dag.
- Tað er Rúsan, tað er eingin diskusjón. Tað eru víndrekkararnir. Tað verða nógvir pappdunkar seldir til heimagangandi mammur, skal eg siga tær. Konufólkini eru eisini nógv verri fyri, tá tey koma til viðgerð enn mannfókini, sigur hann.
Onkuntíð verður havt frammi, hvussu nógv viðgerðarstovnarnir kosta føroyska samfelagnum. Heilbrigdi og Blákrossheimið fáa beint undir seks milliónir krónur hvør á Fíggjarlógini. Árni Rein heldur, at ein týdningarmiklari spurningur er, hvussu nógv viðgerðarheimini spara tí almenna.
- Eg vil vera við, at vit gera eitt rímiliga stórt uppruddingararbeiði fyri samfelagið. Nógvir av okkum, sum gerast edrúir, eru bara inntøkur fyri samfelagið aftan á. Ikki liggja vit á sjúkrahúsinum, ikki enda vit í brummuni, men gerast miðal hampa borgarar í samfelagnum. Eg veit bara fyri mína skyld, so havi eg rindað viðgerðina fleiri ferðir aftur, sigur hann.
Í Vikuskiftissosialinum er stórt tema um rúsdrekkaviðgerð. Umframt eina longri samrøðu við Árna Rein, er eisini ein samrøða við Leiv á Lakjuni, familjuviðgera á Blákrossheiminum. Michael Olsen greiðir frá, hvussu hann gjørdist turrlagdur fyri 31 árum síðani, og børnini hjá honum, Jonhard Larsen og Jórun Mørkøre, greiða frá, hvussu tey minnast pápan frá teirra ungdómstíð.
Vikuskiftissosialurin er til sølu í keypsbúðunum um alt landið.
Viðmerking: Í eini eldri útgávu av greinini stóð, at talið av teimum, ið vóru blivnir edrúir við hjálp frá Heilbrigdi var 2.000, umframt 500, ið deyðir eru. Rætta talið skal vera 2.000 íroknað 500, ið deyðir eru. Blaðmaðurin.