Staðanavnalógloysi NORÐSKÁLI, SKÁLA, MÚLI, LAMBA

Øll hasi fýra staðanøvnini (kallkynsorðini) eiga at enda við i í hvørfalli. Sambært staðanavnanevndini kunnu nøkur orð nú enda við i og nøkur við a!?

Man nevndin ikki vita, hvat ið er málsliga rætt, ella heldur hon, at vit nú bara skulu sleppa málsligum grundreglum og broyta fall ella kyn, sum best ber til?
Á SKÁLU / í LOMBU!?: Málvinur spurdi meg nú ein dagin, um hasi bæði staðanøvnini nú eru kvennkynsorð. Um so er, helt hann, eiga vit nú at siga “á/av Skálu” og “í/úr Lombu”!?
Munnu hasi bæði skeltini ikki fara at verða broytt aftur?
Snildast hevði verið at skrivað SKÁLI (hvørfall) ovast á skeltinum og so á/av Skála niðriundir!
LAMBI: Talan er ikki um eitt lamb, men ein lamba. Ein Lambi er eisini í Mykinesi. (Vit siga ikki i aftast í orðinum, Lambi, sum summi speirekandi taka til!)
SAND/-I, DAL/-I, KOLLAFJØRÐ/-FIRÐI, VÁG/-I, BØ/-I!? : Sjálvandi halda vit fast við hvørfall.
KOLLAFJØRÐ stóð á einum skelti við Hvítanesvegin fyri fáum árum síðani.Tað varð skjótt broytt til KOLLAFJØRÐUR (hvørfall). Tað hevði kanska ikki verið neyðugt nú!?
“Dagur og vika” fegnast: Hvør man leggja “Degi og viku” orð í munnin? Tey tóktust so ovurfegin í síni skeltabroytinganiðurstøðu. (Gott í tykkum, roynið nú og fáið stavsetingina í føroyska tekstinum í rættlag!)
Við vónríkari málkvøðu

Á Borg á Argjum á pálsmessu 2011