Klaksvík:
Freistin at bjóða upp á arbeiðið at gera rundkoyringina er úti tann 27.02.03. Og sum vanligt er tíggju dagar innan freistin er úti, so var ein ástaðarfundur hildin millum útbjóðarar og møguligir bjóðarar mánadagin. Einir seks bjóðarar møttu til fundin, har útbjóðararnir svaraðu møguligum spurningum og greiddu frá.
Hanus Poulsen er byggifrøðingur hjá Klaksvíkar Kommunu. Hann sigur, at umleið seks møguligir bjóðarar hava biðið um tilfar, og annars er áhugin fyri rundkoyringina rímuliga stórur, heldur hann.
Væntandi byrjar arbeiðið einaferð í mars mánaði, men Hanus sigur tó, at um tað skal fyri á býráðsfundi, so verður tað helst ikki fyrr enn um mánaðarskifti mars/apríl. Hetta kemur av, at býráðsfundurin verður ikki fyrr enn seinast í mars. Arbeiðið kemur at vara meginpartin av summarinum. Gongst sum ætlað, so verður arbeiðið liðugt í juli.
Tá tosið fellur inn á ferðsluna, tá sigur Hanus, at tað er ætlanin, at ferðslan skal kunna ganga so ótarnað sum møguligt kortini.
Posthúshornið er tað økið í Klaksvík, har mest ferðsla er, og tí er eisini avgjørt, at ein rundkoyring skal gerast har. Men tað gongur ikki at steingja økið av, meðan arbeiðið verður gjørt, tí tað vildi verðið tað sama sum at steingja miðbýin fyri ferðslu í einar fýra mánaðar.
? Tað fer heldur ikki at verða neyðugt at steingja, tí nógv av arbeiðinum kemur eisini at ganga fyri seg inni á Vágsbøi. Eftir tekningini kemur hálv rundkoyringin inn á Vágsbø, og harafturat kemur vegurin niðan í Gerðar at ganga gjøgnum Akursmørk, greiðir Hanus frá, og hann væntar tí ikki, at tað arbeiðið kemur at órógva ferðsluna nakað serligt. Men hann leggur afturat, at sjálvandi fara tað at koma dagar, har ferðslan fer at verða órógvað, men vónar samstundis, at tað ikki fer at verða ov galið.
? Sjálvandi noyðast bilførarar at verða enn meiri ansnir, tá teir koyra um posthúshornið, meðan arbeiðið stendur uppá, sigur Hanus Poulsen, byggifrøðingur.
Men uttan iva fegnast klaksvíkingar um, at longi ætlaða rundkoyringin um posthúshornið nú endiliga fer í gongd. Hon fer at spara bilførarum fyri langa bíðitíð á horninum, tá mesta ferðslan er. Og eisini fer hon at hava stóran týdning fyri gongdini av ferðsluni eftir, at undirsjóvartunnilin um Leirvíksfjørð er komin.