Síðani 2. apríl hava eigarar og festarar av Nípuni í Vágum veitt tænastu til útlendingar, ið ynskja at fara út í náttúruperluna Trælanípuna.
Ánararnir hava skipað seg við parkeringsplássi, skúri, vesum, kaffi, gjaldstøð og kunning um Trælanípuna og Vágar. Teir sita vakt frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Og øll, sum hava áhuga, fáa ferðaleiðarar við sær, sum á norðurlendskum, enskum ella týskum máli greiða frá søguni og hvat annars er at síggja.
– Eg kann siga so mikið, at 99,8 prosent av teimum, ið hava verið ferðina, koma sera væl nøgd aftur og siga, at tað var ein fantastisk uppliving, sigur Jóhannus Nattestad.
Fleiri á lønarlista
– Vit gleðast um, at fólk nú í tí staðbundna økinum kunnu fáa inntøku úr staðbundnu ferðavinnuni. Vit hava fleiri fólk á lønarlistanum. Dagliga eru millum tveir og fýra ferðaleiðarar, sum fara við bólkum út í Trælanípuna. Tvey av teimum hava útbúgving sum ferðaleiðarar, og hini hava nógvar royndir, sigur Jóhannus Nattestad.
Bólkarnir, ið fara avstað, eru ymiskir í stødd, men vanliga eru millum trý og 15 í hvørjum bólki. Ferðafólkini eru úr nógvum londum, bæði teimum norðurlendsku londunum, Onglandi og nógvum londum úr Evropa. Millum annað eru nógvir týskarar og italienara.
Umframt ferðaleiðarar, so sita vanliga ein ella tveir persónar á vakt.
– Ofta er neyðugt at hava minst tveir persónar á vakt í senn, tí annars fáa vit ikki fatur á øllum ferðafólkunum, sigur Jóhannus Nattestad.
Bara útlendingar gjalda
Hagaparturin Nípan hevur avgjørt bara at taka gjald frá útlendingum. Tað kostar 200 krónur fyri hvønn at fara út, og um onkur ynskir at hava ferðaleiðara við, so kostar tað 450 krónur fyri hvønn.
Børn frá 7-15 ár rinda 100 krónur, og avsláttur verður givin til bólkar.
– Vit hava verið lagalig og eisini givið avsláttur, sigur Jóhannus Nattestad.
Peningur verður ikki tikin frá føroyingum, ið fara út í Trælanípuna, men heitt verður á tey um at ganga eftir gøtunum.
Tað eru umleið sama tal av føroyingum sum fara út í Trælanípuna, sum útlendingar. Tað vil siga millum 30 og 100 um dagin.
##med2##
Útlendskir bólkar royna at snýta
– Vit hava upplivað nakrar ferðir, at útlendingar koma, sum skelda út, hví vit taka pengar at ganga út á Nípuna, tá ið tað er ókeypis at ganga í flestu øðrum støðum. Tey vilja ikki gjalda, og sleppa so ikki út. Tað eru hesi, ið koma við ringum ummælum. Men øll tey, ið hava verið túrin við okkum, koma við sera góðum ummælum, sigur Jóhannus Nattestad.
Hann vísir eisini á, at tað eru bólkar, ið royna at fara upp um hegnið aðrastaðni.
– Herfyri vóru um 20 útlendingar, sum fóru upp um hegnið aðrastaðni. Eg kom fram á teir, og tá sá eg, at har var ein enskur ferðaleiðari, sum hevði verið við einum øðrum bólki 14 dagar frammanundan. Nú var hann við einum nýggjum bólki. Sjálvur tók hann og hansara felag nógvar pengar frá útlendsku ferðafólkunum. Pengarnir fóru í teirra egna lumma, men teir vildu ikki gjalda okkum, sum eiga jørðina, fyri at sleppa út í Trælanípuna, sigur Jóhannus Nattestad.
Betra um gøturnar
Eigararnir av hagapartinum Nípuni hava fingið fitt av inntøku, síðani teir byrjaðu at taka gjald frá útlendingum. Men teir siga, at nógvir pengar eisini eru farnir út fyri at skapa umstøðurnar fyri ferðavinnuni.
– Vit hava gjørt nógv fyri at betra um gøturnar út í Trælanípuna. Vit hava eisini brúkt pengar upp á skúrin, vesi, parkeringspláss, gjaldsterminal, eins og nógvir pengar eisini fara fyri út í lønarútreiðslum. Vit hava eisini fingið nakað av stuðli, sigur Jóhannus Nattestad.
Hann vísir eisini á, at nógv skal gerast afturat:
– Vit skulu gera gøtu frá Rivinum út á fossin. Vit skulu eisini betra um gøtuna fram við vatninum, so tað er nógv, sum skal gerast afturat, sigur Jóhannus Nattestad.
Nú hoyrist fuglaljóð aftur
Eitt gleðiligt, ið er hent, síðani at tað nú er meir skipað at fara út í Trælanípuna, er, at fuglurin nú er afturkomin.
– Í fjør hoyrdist einki fuglaljóð í haganum, tí tá gingu fólk allastaðni. Hetta er broytt. Nú hoyrast tjøldur, lógv, spógvi og aðrir fuglar láta. Tað er sera stuttligt at hoyra, sigur Jóhannus Nattestad.