Staðfest: Kristian skiftir til Lyngby

Kristian Joensen hevur skrivað undir sáttmála við danska felagið, Lyngby Boldklub

Longu tíðliga í morgun bar in.fo leysatíðindi um, at vælvitandi keldur vildu vera við, at málverjin, Kristian Joensen, hevði skrivað undir við danska felagið Lyngby Boldklub.


Nú eru tíðindini staðfest. Tað er heimasíða felagsins, sum skrivar, at sáttmáli er gjørdur fram til ársskiftið. Harvið skiftir 21 ára gamli Kristian Joensen alt fyri eitt úr NSÍ til danska felagið, sum spælir í næstbestu donsku deildini.


Kristian spældi leygardagin allan dystin, tá ið Lyngby spældi venjingardyst ímóti FC Vestsjælland. Venjarin, Jack Majgaard Jensen, er væl nøgdur við at felagið hevur fingið avtalu í lag við hann og væntar sær eitt gott toymi við Kristiani og núverandi málverjanum í felagnum, Nicklas Højlund.


- Kristian er ein ungur og evnaríkur málverji, sum fer at rigga væl saman við Nicklas Højlund. Hann er longu dugnaligur í feltinum og er kvikur. Hann fer uttan iva at menna seg enn meiri undir dugnaliga málmansvenjara okkara, somuleiðis undir teirri hægri leikferðini, sum er í dysti og venjing í mun til hvat hann er vanur við, sigur venjarin við heimasíðuna.

 

Kristian hevur verið heimahoyrandi í NSÍ, men hevur hetta kappingarárið verið útleigaður til grannarnar í B68.