Staðfest: Santos missir starvið sum portugisiskur landsliðsvenjari

Fernando Santos megnaði at vinna bæði EM og Nations League við Portugal

Fernando Santos, ið hevur verið portugisiskur landsliðsvenjari síðani 2014 er sagdur úr starvi aftaná, at Portugal reyk út úr HM-kappingini í Katar aftaná 0-1 fjórðingsfinalutapið fyri Marokko. 

 

Fernando Santos hevði annars sáttmála við portugisiska fótbóltssambandið fram til 2024.

 

Fernando Santos kann hóast vónbrotið í Katar líta aftur á nøkur glæsilig úrslit. Í 2016 vann Portugal EM, og í 2019 vann Portugal ta fyrstu Nations League kappingina í søguni. 

 

Tað verður væntað, at legendariski venjarin, José Mourinho fer at taka við starvinum sum portugisiskur landsliðsvenjari.