Staight Ahead ummæli: Beint aftur í 70'ini

Søgulig fagnaðarkonsert í Varpinum endurskapti farna tíð, tá ið tað leikaði hart á, og nýggjar rockhetjur stigu inn á palllin. Kvøldið megnaði eisini at samansjóva ættarlið og at peika fram í tíðina, har bert leivdir av gomlum múrum standa eftir

Jørgin Dahl á palli í Varpinum (Myndir: Dávur Winther)

(Ummæli hjá Steintór Rasmussen, sum var prentað í Sosialinum fríggjadagin 24. mai)

 

Tú vart mitt í rokanum. Grammofonin mól á plátuspælaranum. Komið øll við. Tú blásti støvið undan nálini. Skrúvaði so upp fyri Pionerannlegginum. Eitt sindur máttu foreldrini tola. Tey høvdu sjálv einaferð verið ung. Men tað skuldi man næstan ikki trúð ... Eina blanding mátti tú eisini hava við í býin. Ein sjattur av romm varð koyrdur í eina Jolly glasfløsku. Kontrollurin fór at halda hetta vera sodavatn. Tú vendi plátuni eina seinasta ferð. Upp á gólv. Vit fara oman í dansin.

 

Tú livdi mitt í verðini. Vart í tónleikans høvuðsstaði, har tað osaði av kærleika, sex og brostnum vónum. Tú stóðst í trunkanum uttanfyri dansihølið við eini avskræddari billett. Og einum grønum tíggjukrónuseðli í lummanum. Vart tú konfirmeraður, hevði tú eisini aldur at ganga í dans. Nakrir sløðrandi sjómenn komu út úr einum taxabili. Ein 15 ára gamal kenningur, sum hevði verið til skips síðani sjeynda flokk, tømdi snerkjandi ta seinastu reyvuna úr einari brennivínsfløsku, sum hann hevði keypt fyri dýrar dómar frá tí ketiroykjandi sjafførinum.

 

Skál og vælkomin heim!

 

Dreingir í úlpum og kovboyjakkum. Gentur í anorakkum og svajbuksum við blomstrutum bordum seymaðum á. Ljóðið frá útboraðum knallertum. Tónleikurin frá einum yvirfyltum Mazda 626 við fimm gnístandi gentum á baksetrinum. Síðhærdir ungdómar við øl í hondini, sigarett í munninum og hippiband á pannuni. 

 

Hetta var einaferð tann nýggja tíðin. Sum nú er vorðin rocksøga.

 

##med2##

 

Brýr millum ættarlið

 

Hálva øld seinni er Varpið ikki ein timburhandil í Klaksvík, sum selir rockwool og steinull, men eitt mentanarhús, sum bjóðar rock og tónleikagull.

 

Nú standi eg eitt heilt lív seinni millum gráa silvurið á Klaksvíksvegnum. Ongin hevur pengar uppi á sær, men øll hava telefon. Tað er luft millum tey fínu fólkini í køini. Vit eru ikki ung longur, so tað verður ikki trokað og amast uppí hvørjum øðrum, sum vit gjørdu fyri nógvum árum síðani, tá ið allur kroppurin var ein harmonbumba, sum stóð til at bresta. Stóri partur av festkløddu gestunum hetta kvøldið eru kvinnur og menn í 50'unum og 60'unum, sum fara aftur í 70'ini at hoyra og heiðra Straight Ahead.

 

Lat meg beinanvegin siga, at hetta gjørdist ein minnisrík og upplyftandi løta, har tónleikurin í sínum sanna og fjølbroytta skapi byggir sínar sterkastu brýr ímillum fleiri ættarlið í einum fjølmentaðum fiskivinnusamfelagi.

 

Og takk góðu tit, sum við spaka og skeið hava grivið í mórini á Vágsheyggi og Biskupsstøð og vent tí miniralríku moldini, har so nógv gott og dýrabært er sprottið úr og framvegis er at finna.

 

Takk at lunnarnir vórðu lagdir, og søgan drigin út úr neystinum. At hetta illa skølaða fimm-mannafarið við Jørgini Dahl sum róðursmanni og teimum fýra, Hera Ellingsggaard, Archa Black, Agnari Joensen og Edvardi Ziska, á bekkunum slapp at stevna eina seinastu ferð út í tað stóra og ókyrra tíðarhavið.

 

Og hvør annar enn Súni Merkistein kann varpa út frá einum slíkum vandaróðri millum lív og deyða. Og siga søguna um eitt kjallaraorkestur, sum kom at senda miklar ljóðbylgir út í rúmdina. Komið øll við sendingin fekk føroyingar upp úr stólinum. Vit vildu síggja fánaðar stjørnur blaktra og tendra slóknaður sólir. Og minna hvønn annan á, at framvegis stendur Sirius bjartast á himmalinum.

 

Lagnusøgan hjá Jørgin Dahl, sum erliga og djarvur greiður frá sínum uppvøkstri og tónleikalívi, er lærupengi til okkum øll. Hansara barnaár í Klaksvík verða væl lýst. Svikið og klandrið, sum er í familjuni. Tær brostnu vónirnar og tann livandi dreymurin. Og svári skilnaðurin. Tann blaðunga og rótleysa gentan, sum kendi seg noydda at rýma frá sínum  spyrjandi og kensluborna soni. Tann kæra og fevnandi omman, sum primitiva læknastríðið og religiøsir peikifingrar ikki kláraðu at køva ella styggja burtur. Dreingir, sum vórðu bornir í verðina, tá ið harðast leikaði á, og fólk í Klaksvík kallaðu hvønn annan bæði líkt og ólíkt. Børn, sum fóru niðurboygd og ótrygg í skúla, tí páparnir vóru strangir og lærararnir í trýssinum ikki at dansa við. Men til alla lukku vóru rúmlig og mentað heim eisini í Klaksvík, tá rockurin tók land. Sjónvarpsbrotið, tá ið Archibald, saman við vinmanninum Hera, vitjar sína gomlu og forstandandi mammu, er fyri mær eitt livandi prógv um kærar kvinnur í Klaksvík, sum hava verið frammanfyri sína tíð. Tú kanst eisini spyrja, hvar vit høvdu verið í dag, um okkara káti og skapandi ungdómur í rembingartíðini ongi støð hevði at spæla tónleik, syngja, dansa og og brýna sínar hjartans meiningar.

 

##med3##

 

Vóru tikin á bóli

 

Men tíbetur varð ljóðmúrurin brotin. Veðraplátan var okkara The Wall. Og Straight Ahead okkara nýggju tónlistarligu fyrimyndir og undangongumenn hjá føroyska rockinum og poppinum. Nei, kroppurin gloymir ikki ristingarnar, sum eina ferð vóru, og tí hevði eg sjálvandi í góðari tíð tryggjað mær atgongumerki til Komið øll við tiltakið.   

 

Má erliga siga, at innkomin í Varpið hetta vakra fríggjakvøldið í mai  var eg, eins og flest onnur, fullkomiliga tikin á bóli.  

 

Kulissan gjørdi okkum øll ung aftur. Framsýningin var genial. Tú stóðst í einum fram gandaðum afturhvarvi. Menniskjan er og verður tann sama. Ungdómur í dag, sum hvørki var í huganum ella stoypiskeiðini, tá vit sungu "Na na, nanana, na na", spældu sjónleikin og sínar leiklutir væl. Frígjørd hingu tey út rundan um ein klassiskan skutara og ein reyðan opnan sportbil. Ja, í allar besta hálvsfjersarastíli. Vøkur, livandi og elskulig á hvønn sín hátt. Í provokerandi niðurdeilum, hopojakkum, úlpum, skinnskóm og litføgrum turrukløðum. Við øl og sigarettum. Ja, soleiðis, sum tíðin eina ferð var.

 

Jú, eg minnist gildið. Og eg var eisini har, tá ið rockurin kom til Klaksvíkar, og tann villi veðrurin sleit øll bond og fór út um heimligu gyrðingina.    

 

Nú gekk eg við øllum mínum árum og vitan framvið veggjunum við teimum nógvu Straight Head uppsløgunum og svørt hvítum plakatum av síðhærdum syngjandi tannáringum. Sá eisini eina nokkso hippisliga útgávu av mær sjálvum. Nei, tíðin lýgur ikki. Steðgaði á við tað tilgjørda kamarið. Uha, hvat tola ella vilja vit síggja í dag? Guevara-myndin ella nakna Rapport-gentan á bróstinum. Tær nógvu teknirøðinar og øll bløðini á hilluni. Hvat mundi vera í niðastu kommudoskuffuni? Men gamli plátuspælarin og tær báðu ep útgávurnar,  Komið øll við og Me and Virgina lógu sjálvandi frammi.  Stovan var heldur onki broytt. Har vóru møblarnir, sum øll brúktu tá ið tíðini. Sofa og lenistólar. Tað eyðkenda radio og bandupptakarin. Og so øskubikarið og marmorkakan á borðinum.

 

Men onki sjónvarp. Nei, í hálvfjersinum gingu vit í biograf í Atlantis. Sjálvt um summi søgdu, at illimaður búði har, so nógv børn og ung valdu at ganga í stórum boga rundan um hetta stuttleikahúsið, har tað eisini var sjónleikur, og unglingar spældu til dans í vikuskiftinum.   

 

Men nú eru fólk meiri upplýst og rúmlig. Í 1980 byrjaðu vit at bryggja sterkt øl í Klaksvík. Múrurin millum kirkjuna og samkomuna er rapaður. Bert smáar og týdningarleysar leivdir standa eftir. Mentanarhúsið Varpið er vorðin ein nýggj og spennandi inngongd inn í framtíðina. Har øll skulu kenna seg vælkomin.            

 

Tað var sum framsýningin setti tað farna og komandi í eitt annað ljós. Ikki  kundi tað vera annar enn okkara nærlagdi kreatørur og estetiski stílmeistari, Jóhan Holm Simonsen, sum her hevði verið uppá spæl.

 

Hetta var klassi. Og ikki verri, at gestirnir eisini kundu fáa ein tann klassiska Straight Ahead veðrin í hondina nú konsertin skuldi vera.  

 

##med4##

 

Um kærleikans mørk

 

Klokkan gjørdist 20, og vit vórðu øll flutt inn í eina aðra verð. Og til eina heilt aðra tíð. Við tekniskum frambrotum og meiri professionellari fyriskipan. Kontrastin var stór og røtt og hugtakandi. Men eisini við skøvum í lakkinum. 

 

Rudolf Joensen beyð hugfarsliga vælkomin og legði eitt gott huglag fyri kvøldið. So nú var bara at njóta næstu tímarnar. Hetta kundi bara blíva gott. Framførslurnar umboðaðu tað nógva av tí, sum tónleikurin í veruleikanum er. Páll Sólstein hevði útsett eitt smærublað av Straight Ahead sangum, sum eitt lítið úrvaldslið av strúkarum framførdu heiðurliga vakurt.  Og framtíðin hjá føroyska rockinum, fýra musikalskir 11 ára ára gamlir dreingir, ANUA, fingu alla fjøldina Upp á gólv við einari sera frískari og orkufyltari framførslu. Tað er sera lívsjáttandi at hoyra og síggja hesar uppkomnu tónleikaspírar grípa møguleikan, nú allur heimurin eisini vildi fagna teimum. Imponerandi hvussu væl teir dugdi at spæla og syngja.  Adrenalin prógvaðu eisini, at gittarar, bassur, trummur og vokalur eigur framvegis góðar dagar í Klaksvík, og at tað er ongin trupulleiki, at tú liggur í Barentshavinum, meðan tú spælir til konsert í Klaksvík. Ja, her kom stórskíggin og framkomna tøknin veruliga til sín rætt. Fantastiska gott arbeiði, Jónas og tit allir í bólkinum. Og sjálvandi var Komið øll við húsaorkestrið ikki fyri nothing. Tann eini sangurin tók tann næsta við. Og sum áhoyrari kendi tú teg tryggan. Hetta lá alt í góðum hondum.

 

Ljóðið og pallmyndin vóru eisini í serklassa. Í øllum førum ta fyrstu góðu løtuna. Men so hendi nakað, sum eftir mínum tykki tók nakað av tí góða dampinum og sum eisini órógvaði tónlistarligu frásøguna hetta kvøldið.

 

Ja, hvat riggar ella ikki, kunnu tað sjálvandi vera ymiskar meiningar um. Men eg havi eftirfylgjandi funnið út av, at sjálv frumkonsertin, har eg sjálvur og fleiri við mær, hópurin av spentum og trúføstum fjepparum, sum longu undan jólum vildu tryggja sær atgongumerki til ta legendarisku Straight Ahead upplivingina, tíanverri vórðu snýtt fyri tann besta og mest áhugaverda partin av fagnaðinum.   

 

Sjálvur sat eg móti endanum av Komið øll við konsertini við eini heldur løgnari kenslu. Á stólarekkjunum aftanfyri meg sótu Heri, Archi og Agnar við sínum betra parti, meðan borgarstjórin í Klaksvík, trein á pallin at heiðra poppkongin við virðisløn Nólsoyar Pálls. Karl var óformellur, men eisini góður. Hann tosaði við Jørgin sum ein gamal vinur. Og hann kom eisini við føgrum orðum, peningi og einum tyssi av blómum. Alt so sera væl uppiborið.

 

Men her var eitthvørt grundleggjandi galið. Hetta var jú eitt Straight Ahead kvøld . Og tað, sum var hent á pallinum, tók eitthvørt vakurt og magisk frá konsertina. Í nakrar alt ov langar minuttir doyði tónleikurin. Og tað kendist sum eitt mentalt streymslit rakti Varpið. Teknikkurin byrjaði eftir hetta eisini at svíkja, ørkymlan merktist á pallinum, frásøgumaðurin var ikki til staðar og fagnaðurløtan lá meiri ella minni í hondini og munninum hjá Karl Martin Samuelsen, sum saman við Bjarka Hansen og Jørgini Dahl tóku tey seinastu løgini. Gamaní er teir allir sangarar og tónleikarar av Guðs náði. Men hvussu skulu tríggjar einsamallar súlur klára endurreisingina av einum so áhugaverdum og stórum tónlistarligum byggiverki. Her manglaði tann sterki Straight Ahead bulurin, sum skuldi bera og halda øllum uppi.  

 

Men okkurt av tí, sum ikki var fríggjakvøldið, góvu eykakonsertirnar leygarkvøldið fjøldini. Sjálvur vildi eg sæð Straight Ahead manningina trinið fram og móttikið blómur. Og eg vildi ógvuliga fegin hoyrt Edward sungið Mín góða. Vænti eisini, at allur salurin hevði stuðlað av fullum hjarta. Og kanska skuldi Petur Hans Poulsen eisini verið komin á pallin hetta kvøldið. Tað hevði verið stórt. Og hví varð ikki meiri varpað upp á tað stóra løriftið. Tað hevði verið rørandi vakurt at sæð myndir av Hans Carl á stórskíggja, meðan sonurin tók gittarina og fekk okkum øll gráta ella syngja við til melankolsku tónarnar. Og eg haldi eisini, at mín gittarleikandi vinmaður, Rani Nolsøe, kundi gjørt góðan mun á pallinum. Hann kennir at kalla alt katalogið og hevur kanska meiri enn nakar verið ein sannur Jørgin Dahl og Straight Ahead fjeppari. Og helst eigur Rani stóra æru í, at stórsligna og vakra fagnaðarkonsertin gjørdist veruleiki.

 

Men ein søguliga góð konsert var hetta kortini. Ella bannað vell, sum fleiri høvdu sagt í hálvfjersinum. 

 

Komið øll við hevur flutt og ríkað okkum øll. Varðin er laðaður. Tónleikurin fer yvir um kærleikans og hugans landamørk. Tí vit mugu kenna søguna úti og heima. Og vita, at prísurin at liva kann verða høgur. Men tað er ein uggi, at himmalin er fullur av stjørnuskotum, og Sirius fer altíð at vera harúti. Og at vit eru partur av eini ævigari ringrás. Um várið  síggja vit trøini spretta. Um heystið at bløðini av greinunum detta. Tonk, hvussu vakurt tað er. At tónleikurin er tað góða samanspælið millum okkum menniskju. Tað er okkara dansur her á foldum. Sjálv kunnu vit bara liva, skapa, doyggja ella fara í hundarnar. Tað er rock and roll.

 

Túsund takk, góði Jørgin og øll Straight Ahead-manningin fyri ein vakran Komið øll við fagnað. Tit fara at liva leingi.

 

##med5##

 

 

 

Jørgin Dahl á palli í Varpinum (Myndir: Dávur Winther)

70'ara framsýning við livandi modellum

Jørgin Dahl fekk virðisløn frá Klaksvíkar kommunu