Hóast Fjarðastevna varð hildin og summar og gott lag er á fólki, so hevur tað ikki verið nógv at gjørt hjá løgregluni kring landið.
Vakthavandi í støðini í Runavík sigur, at tað var stak friðarligt alt vikuskiftið, og somu boð ljóða eisini frá vakthavandi í Havn.
- Tað vóru bæði nógv fólk og nógvir bilar á Skála, men øll skikkaðu sær øgiliga væl, verður upplýst av Politi støðini í Runavík.
Heldur ikki í Klaksvík er nakað at skriva heim um, upplýsir vakthavandi.
Nakrir fáir menn hava sovið rúsin av sær í Havn.
Ein maður varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka í Eysturoynni kl. 1 sunnumorgunin.
Leygarmorgunin varð eisini ein maður tikin fyri rúsdrekkakoyring av løgregluni í Havn.
Hesir verða nú báðir skuldsettir og skulu møta fyri einum dómara.