Standa langt frá hvørjum øðrum

Maskinmeistarafelagið stríðist við at fáa avtalu um lønina hjá teimum, sum arbeiða hjá tí almenna, men tað gongur ongan veg og nú hendir onki, fyrrenn nýtt landsstýrið er skipað

Samráðingar

Tað gongur ikki fyri seiði hjá maskinmeistarafelagnum at gera sáttmála við Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála fyri teir maskinmeistarar, sum sigla við Strandferðsluni og Magnus Heinasyni, umframt teimum, sum arbeiða hjá tí almenna á landi.
Tilsamans er talan um einar 50 mans og sáttmálarnir gingu út 1. oktober.
Jógvan Nybo, formaður í maskinmeistarafelagnum, sigur, at nógvir fundir hava verið.
Men hann sigur eisini, at enn standa partarnir langt frá hvørjum øðrum og at tað manglar nógv í, áðrenn partarnir kunnu koma til eina semju.
Ætlanin var at hava fund nú í desember, har greiða skuldi fáast á, um tað bleiv egg ella ungi.
Men nú er val útskrivað, so alt datt niðurfyri og nú verður onki gjørt, fyrrenn arbeiðsført landsstýrið er skipað aftur.
Landsstýrið, sum nú situr, er ein starvsstjórn og hevur ikki heimild at gera sáttmála.
Tað skilst á formanninum í maskinmeistarafelagnum, at aðrir sáttmálar, sum eru gjørdir, kunnu ikki, uttan víðari, brúkast sum grundarlag fyri sáttmálanum.
?Hetta er ein heilt øðrvísi sáttmáli og tað er nógv viðurskifti sum eru øðrvísi og tí kunnu teir ikki rættiliga samanberast.
? Tað er ikki so lætt at samanbera súrepli og appilsinur, leggur hann afturat.
Annars eru maskinmeistararnir hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni, tænastumenn.
Sáttmálin við teir gekk út í mars, men enn eru teir ongan veg komnir at gera nýggjan sáttmála fyri teir.
Jògvan Nybo er sera misnøgdur við Fíggjarmálararáðið.
?Teir vita, at tænastumenn kunnu ikki fara í verkfall og tað verður útnyttað, so tað munar, tí hetta brúkar Fíggjarmálaráðið til at nokta fyri at tosau m nakað sum helst.
Men hetta kann ikki halda fram í allar ævir og tað sleppur tað heldur ikki.
Hvat annað hendir, vil hann kortini ikki siga nakað um
Jógvan Nybo dylir ikki fyri, at tað var óheppið at gera maskinmeistararnar til tænastumenn.

Eisini óvissa um nýggja Smyril
Nú samráðingarnar eru um Strandferðsluna, hevur Fíggjarmálaráðið kravt, at ein sáttmálið um nýggja Suðuroyarskipið skal gerast samstundis.
Men hetta er Maskinmeistarafelagið ikki við uppá.
Jógvan Nybo sigur, at fíggjarmálaráðið vildi hava tað so, at mannagongdirnar fyri samráðingar skuldu vera so, at tá ið samráðingarnar byrjaðu, skuldu báðir partar leggja síni krøv fram og at nýggj krøv skuldi ikki setast fram undir sjálvum samráðingunum.
? Tað hava vit hildið okkum til, men tað er júst sína egnu grundreglu, sum Fíggjarmálaráðið nú tvíheldur um at bróta, eftir at vit høvdu havt fleiri fundir.
? Hatta var eitt treytaleyst krav frá Fíggjarmálaráðnum.
Jógvan Nybo sigur, at nýggjur sáttmáli skal gerast um nýggja Smyril, men Maskinmeistarafelagið er ikki sinnað at taka tær samráðingarnar uppí hesar samráðingar.
Enn veit hann sostatt ikki, hvussu verður vorðið við nýggja Smyrli.
Kann tað so enda, at nýggi Smyril fer at verða brúktur til jarnbrot fyri at fáa allar aðrar avtalur ílag, nú sporini frá Brimli og Teistanum ikki eru fánað enn?
? Enn vita vit onki um, hvørja lagnu tað fær, men tær samráðingarnar hoyra ikki upp í hesar samráðingarnar, men skulu koma seinni.