Standmyndin av Kjølbro avdúkað

Sunnudagin verður standmyndin av J.F. Kjølbro avdúkað á Biskupsstøð í Klaksvík

HALD

Sunnudagin verður hátíðarhald á Biskupsstøð í Klaksvík. Tað er í sambandi við, at ein standmynd av kenda vinnulívsmanninum í Klaksvík, J.F. Kjølbro, verður avdúkað henda dagin.
Henda standmyndin er tann fyrsta av sínum slag í Klaksvík.
?Inniliga vón okkara er, at henda standmynd verður eitt heiðurligt minnismerki um henda framúrskarandi vinnulívs- og framburðsmann, og at hátíðardagurin, tann 26. mai 2002 fer eydnast til fulnar, skrivar Klaksvíkar býráð í tíðindaskrivi.
Hátíðarhaldið verður kl. 16 sunnudagin á Biskupsstøð, á økinum uttanfyri Bókasavnið, har standmyndin skal standa.
Tað er Hans Pauli Olsen, listamaður, sum hevur gjørt standmyndina. Tað er í sambandi við 80 ára føðingardagin hjá Norðoya Sparikassa, at býráðið fekk tillutað standmyndina.