Standmyndin av Sigmundi

Nakrar viðmerkingar og onkur rættleiðing til tað, ið skrivað og sagt er um stand­myndina av Sigmundi Brestisson

Sjúrður Poulsen





Tað er als einki óvanligt og heldur einki løgið í tí, um ikki øll eru líka samd um týdningin og dygd av tí­líkum listaverki, ið reist verður til minnis um søgu­ligan persón. Soleiðis hev­ur altíð verið. Men tá ið nú onkru vil meina, at kirkj­an hevur reist eina av mynd av Sigmundi sum halgi­menni, er hetta ein stór mis­skiljing. Sigmundur er ongan­tíð tilbiðin ella kosin sum halgi­menni. Men sum Jákup Dahl próstur tekur til í einum av sínum góðu lestrum: Tað eydnaðist Sig­mundi at bera tann neistan fram til Føroya um Hvíta­krist, sum enn birtir ljós og vón millum fjøld av fólki!
Síðani verður eisini ført fram um hesa standmynd, at Sigmundur stendur á einum øvugtum krossi. Hetta er ikki minni misskiljing. Sig­mundur stendur her á eini steinsúlu og starir nið­ur í sjógv, har bátur flýtur undir. Kanska reika tankar hansara niðan á ber­klett­arnar á Rakhellu í Dímun, har hann og Tórur frædni fjálturstungnir sótu, meðan pápar teirra vórðu høgdir niður. Ella sær hann her fyri sær skútuna hjá Ravni Holmgarðsfara, tá hann flutti teir til Noregs við tveimum merkrum í silvuri sum gjald fyri at selja teir sum trælir?
Men er tað so, at menn í dag sita við eini heilt aðrari Føroyingasøgu enn hana, vit higartil kenna, er tað ongantíð ov skjótt, at hon verður givin út og seld í sølubúðunum.
Tróndi gamla dámdi ikki undanførslur og ósannindi. Honum líkaði framferð Tor­gríms illa so lítið í sambandi við deyða Sigmundar, at hann dømdi bæði Torgrím og synir hans til gálgan fyri at siga ósatt.
Kanska er tað hóskandi at tey orð fylgja við her, sum søgd vórðu, tá ið stand­myndin av Sigmundi varð avdúkað.
Um tað mundið, tá ið Sigmundur og Tróndur ráddu í Føroyum fyri tús­und árum síðani, vórðu orð sum jallur og høvdingi ofta hava á munni ikki bara her í Føroyum, men eisini í londunum uttan okkum. Og sigast kann um hesar báðar menn, at teir vóru mætastu høvdingar, sum nakran tíð ráddu á oyggjunum her.
Sigmundur og Tróndur vóru nærmastu skyldmenn, og høvdu báðir gott í at bregða. Ættmenn teirra vóru kongsins hirðmenn bæði í Noregi og Danmør og vóru nógv avhildnir og virdir menn.
Í trúarsøkum vóru hesir høvdingarnir als ikki samd­ir, og henda ósemja gjørdist somikið hørð, at hon kostaði teimum báð­um lívið. Svørðini sótu ógvu­liga leys í slíðrunum hjá monnum um hesa tíð. Eisini her hjá okkum tað sama sum aðrastani. Sigmundur fall fyri svørði ella øks og Tróndur syrgdi seg í hel nakað seinri.
Í stuttum kann nokk eing­in lýsa evnini hjá Sig­mundi og Tróndi betur enn Fríðrikkur Petersen próst­ur, tá ið hann í vakra fostur­landssangi sínum: Hvørjum man tykja vakurt hjá sær, heitir á føðilandið um at:

Uppala síni børn sum móðir rætt,
lat tey ei bregða burtur úr ætt.

Gev teimum Tróndar skarpa vit,
men Sigmunds bjarta hjartalit.

Men tað áhugaverdasta í hesum sambandi er tað, at kirkjan í Føroyum so væl hevur megnað at minnast hesar mætu høvdingar. Trónd við at geva hansara vøkru kreddu sum sálma­ørindi í síni sálmabók: Givnir eru einglar og góðir, og Sigmund minnast vit í kirkjuni í dag við at reisa hesa vøkru standmynd, sum Hans Pauli Olsen hev­ur gjørt. Hetta verður gjørt við góðari hjálp frá grunn­­um og stovn­um, ið vildu stuðla okkum í hesum tiltaki. Teim­um øllum bera vit okk­ara hjartans tøkk.