Stankovic spælir ikki aftur í ár

Tað sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi.

 

Serbiski miðvallarin noyddist av vøllinum við skaða óstbeininum í landskappingardystinum móti HB sunnudagin. Hann meiddi seg í nærdysti við Fróða Benjaminsen.

 

Tað er framvegis ikki endaliga staðfest, hvussu álvarssamur skaðin er, men Jógvan Martin Olsen sigur, at alt bendir á, at Stankovic verður ikki tøkur aftur í ár.

 

Víkingur hevur mist fleiri av stuðulsleikarunum í hesum kappingarárinum. Súni Olsen hevur sitið uttan fyri við skaða síðan í gott og væl fýra mánaðir, Atli Gregersen skifti til skotska Ross County í summarsteðginum, Hans Jørgen Djurhuus hevur spælt fáar dystir, orsakað av skaða, Andreas Lava Olsen ætlaði sær at hjálpa í summarsteðginum, men hann spældi ikki fleiri enn 20 minuttir, tí hann var skaddur ? og nú er greitt, at Nenad Stankovic fer ikki at spæla aftur í hesum kappingarárinum.