Stanley í Glitnir

Mikudagin 12. desember spælir Stanley Samuelsen í Glitnir saman við bólkinum hjá sær frá kl. 21-23. Mikukvøldið byrjar hann við at spæla sín egna tónleik ein tíma við løgunum frá fløgunum hjá sær og nýggju fløguni, sum kemur út í næstum. Hareftir fer hann at spæla klassiskan dansitónleik frá 50?unum og 60?unum sum m.a. Beatles, The Rolling Stones, Kinks, Eagels og Eric Clapton.

Hetta kvøldið fer hann á pall við bassistinum Knut Henriksen og trummuspælaranum Gert Smedegaard, sum báðir spæla við á fløguni ?Sól og Regn?. Gjøgnum árini hava hesir báðir gjørt nógv um seg og teir hava spælt saman við nógvum av teimum størstu tónleikarunum í Danmørk og í Svøríki.

Knut Henriksen varð professionellur tónleikari longu sum 16-ára gamal og millum tónleikararnar, hann hevur spælt saman við, kunnu Olsen beiggjarnir, C.V. Jørgensen, Rugsted & Kreutzfeldt og Bifrost nevnast.

Gert Smedegård byrjaði at spæla trummur í ?64 og hevur síðani eisini spælt saman við nógvum kendum dønum og svium so sum Allan Olsen, Tamra Rosanes, Ivan Pedersen og C. V. Jørgensen.

 

Til ber at lesa meira um Stanley á:

www.stanleysamuelsen.dk ella

www.myspace.com/stanleysamuelsen