Stanley og Astrid í Spaniastovu

Stanley Samuelsen hevur í gjøgnum fleiri ár verið á tónleikaferð kring heimin og víst síni frálíku evni at spæla gittar og syngja. Við tíðini eru fleiri av løgum hansara vorðin fólkaogn í Føroyum. Stanley hevur bæði framført einsamallur og saman við øðrum.

 

 

Nú er hann so aftur í Føroyum, og við sær á pall í Spaniastovu leygarkvøldið 17.nov. hevur hann dóttrina Astrid.

 


Væntandi fer Stanley at framføra egin løg frá sínum 8 fløguútgávum. Hann spælir eisini klassikarar hjá kendum enskum og amerikanskum bólkum frá 60’ti og 70’ti árunum.


Saman við dóttur síni Astrid er tað serstakliga løg av EP’ini A tribute to George Harrison, ein kann gleða til at hoyra. Ein EP tey hava givið út saman. Ein útgáva, sum hevur fingið góð ummæli. Serliga áhugavert er tað,  at almenna heimasíðan hjá George Harrison hevur víst videolagnum stóran ans á tvitter.