Tað skrivar Frihedsbrevet í dag, sum hevur fingið innlít á ákæruritið. Málið kemur fyri í Føroya Rætti seinni í mánaðinum.
Sambært ákæruritinum hevur persónur gjørt sær dælt, at hann hevði atgongd til “airside” á flogvøllinum sum starvsfólk hjá Atlantic Airways.
“Airside” er økið, sum vit koma inn á, tá vit hevur verið ígjøgnum security og áðrenn vit fara umborð á flogfarið. Tað vil siga økið, har sum bara ferðafólk og starvsfólk kunnu vera.
Sambært Frihedsbrevet eru fýra hendingar nevndar í ákæruritinum:
6. apríl 2023 skal ákærdi persónurin hava smuglað 128 gramm av hassji.
5. februar 2023 skal ákærdi hava smuglað minst 150 gramm av hassji.
14. mars 2023 skal ákærdi hava givið trý gramm av hassji víðari til ein ónevndan persón.
30. mars skal ákærdi hava givið trý gramm til ein ónevndar persón.
Vanliga verður sagt, at tá ið nøgdirnar eru størri enn tíggju gramm, so er tað at meta sum við víðarsølu fyri eyga.
Tað er vanliga treytaleys fongsulsrevsing fyri so stórar nøgdir — í hesum førinum vanliga millum 40 og 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing.
Frihedsbrevet skrivar, at í hesum førinum er talan um møguliga skerpaðar umstøður, tí at ákærdi gjørdi sær dælt av støðuni sum starvsfólk hjá Atlantic Airways. Men tað skal rætturin taka støðu til, tá ið dómur fellur í málinum.
Frihedsbrevet hevur eisini tosað við Jóhonnu á Bergi, stjóra á Atlantsflog, sum ikki fær sagt so nógv um málið, tí talan er um eitt starvsfólkamál.
Við in.fo sigur Jóhanna á Bergi tó, at viðkomandi er ikki í starvi hjá Atlantic Airways nú.