Tvey starvsfólk hjá Dansk Flyktninghjælp eru dripin í einum russiskum rakettálopi í býnum, Tsjernihiv, har norðuri í Ukraina.
Hetta veit Reuters at siga frá guvernørinum í regiónini, og lagt verður aftrat, at rakettin rakti nærindis bygdini, Novoselivka.
Álopið hendi dagin eftir, at ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, vitjaði danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen í Keypmannahavn.
Reuters veit at siga, at hetta er aðru ferð í eitt ár, at ein danskur felagsskapur verður raktur í einum rakettálopi.
Hin 2. september í 2024 varð Kyiv-skrivstovan hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunar rakt av einari rakett.
Tsjernihiv liggur norðanfyri ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv - ikki langt frá markinum til Hvítarusslands.
Sagt verður, at Dansk Flygtningshjælp er størsti danski hjálparfelagsskapur, og felagsskapurin hevur arbeitt í Ukraina síðan 2014.
Felagsskapurin hevur eisini starvsfólk, sum fáast við at rudda burtur minur, og hesi eru á skeiði, áðrenn tey byrja í slíkum starvi.
Dansk Flyktninghjælp ger eisini neyðhjálpararbeiði og hjálpir fólki, sum eru rakt av kríggi - í hesum førinum í Ukraina.