Starvsmannafelagið fimmti ár í dag

Starvsmannafelagið hevur hálvt­hundr­að ár á baki mikudagin 23. febr­uar 2011.

Í hesum sambandi bjóðar felagið til almenna móttøku í hølum felagsins kl. 15:00 - 18:00 sjálvan føðingardagin.

Søgan hjá Starvsmannafelagnum, sum í dag er størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, endurspeglar á mangan hátt nýggjaru søgu føroyinga. Tíðarskeiðið frá tá ið felagið varð sett á stovn í 1948 til í dag, kunnu vit sum heild fegnast um, tó at nógv er eftir at ynskja. Okkara land telist millum fremstu vælferðarsamfeløg í heiminum og er hetta ikki minst føroysku fakfelagsrørsluni fyri at takka. Handan hvønn einasta sigur liggur tógvið stríð, samráðingar, samstarv og tíverri eisini lemjandi verkføll. Altíð við tí fyri eyga at tryggja rætt hins einstaka til eitt virðiligt og sunt arbeiðslív.

Starvsmannafelagið varð sett á stovn sama ár sum Heimastýrislógin kom í 1948. Fyrstu árini var felagið skipað í tvær deildir, fyri ávikavist starvsfólk og tænastumenn hjá landinum. Sum frá leið gjørdist greitt, at hesir báðir starvsbólkar høvdu somikið ymisk áhugamál at avrátt varð at fara hvørt til sítt í 1961. Tænastumenn fingu egið felag, og Starvsmannafelagið, sum vit kenna tað í dag, varð tískil endurstovnað hin 23. februar í 1961.

Enn sum áður er bulurin í felagnum limirnir, sum saman standa sterkir. Álitið eru álitisfólkini, sum trúðføst røkja uppgávuna sum bindilið millum leiðslur, limir og felag. Á rókini sita nevnd og umsiting og útinna vilja limanna. Og soleiðis skal tað vera.

Ein slíkur hátíðardagar er eitt gylt høvi at líta aftur um bak og at stinga út í kortið nýggjar leiðir.

Hóast mong mál eru rokkin, er nógv eftir at stríðast fyri. Menningin í føroyska samfelagnum og í almennu umsitingini hevur verið stór hesi fimmti árini, felagið hevur virkað. Nútíðin krevur, at vit alla tíðina laga og fyrireika okkum til framtíðar avbjóðingar, har kappingin við umheimin herðist í hvørjum. Her eiga vit sjálvsagt ikki at gloyma siðbundnu stríðsøkini løn og arbeiðstíð, men eisini virka fyri trygd og trivnaði, støðugari førleikamenning og smidligari lønarskipanum.

Sum árini eru liðin, eru alsamt fleiri feløg og áhugabólkar komin upp í Starvsmannafelagið. Hetta fegnast vit um. Tí er Starvsmannafelagið í dag meiri at kalla eitt fakfelagssamtak enn eitt vanligt fakfelag. Hjá okkum er ongin ivi um, at margfeldið og støddin er okkara styrki. Hetta er eisini í trá við andan í nýggja fakfelagssamstarvinum, sum vit fegnast um og vænta okkum nógv av.

Tí søgan hevur lært okkum, at samanhald gevur styrki!

Við hesum bjóða vit tí til móttøku í felagshúsinum í J.H. Schrøtersgøtu 9, mikudagin 23. februar kl. 15:00 - 18:00

Vinaliga

Selma Ellingsgaard
Forkvinna