Samstundis heitir felagið á limirnar í Starvsmannafelagnum um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði.
Somuleiðis kemur Starvsmannafelagið við eini áheitan til sáttmálapartin hjá sjúkrarørktarfrøðingunum, Fíggjarmálaráðið, um aftur at sessast við samráðingarborðið, og fáa í lag eina virðiliga semju, sum báðir partar kunnu liva við.