Tykkara mál nr. 240-0008/2002,- skriv dagfest 13.11.2002.
Grundleggjandi vilja vit staðfesta, at bestu úrslitini og besta samstarvi millum fakfeløgini og almenna myndugleikan, er beinleiðis treytaður av góðum samskifti, góðari kunning og virðing fyri hvørjum øðrum. Og dømir eru eisini um, at júst slík leið ber frammá.
Tá Løgmaður bjóðaði til fundar 11.11. á Hotel Føroyum, roknaðu vit við, at her fóru stig at verða tikin til, at fáa eitt gott arbeiðslag upp at standa. Men ørkymlandi var beinanvegin, at í innbjóðingini til fundin - 04.11. - , vóru mál tikin fram, sum beinleiðis eru sáttmálabundin (eftirløn, útbúgvingarskipanir t.d.) og onnur, sum liggja í øðrum ráðum til avgreiðslu (barsilskipanin, LÍV t.d.).
À fundinum 11.11. fingu vit tó nøkur upplýsandi og góð innlegg/frágreiðingar frá væl fyrireikaðum fakfólkum um nøkur grundleggjandi viðurskiftir í samfelag okkara - skattur og eftirløn, men tó skal leggjast afturat, at hetta at draga so nógv fólk í arbeiðstíðini at fáa innlegg um viðurskiftir, ið fyri hesi fólk eiga at verða sjálvfylgja, er nærum at misbrúka løgmansembæti.
Men beint áðrenn fundurin endaði og lítið av tíð var eftir, varð lagt fram ein ætlan um at skipa ein verkætlanarbólk, sum skuldi telja 10 fólk, - har 3 umboð frá fakfeløgum skuldi seta seg saman við 3 umboðum frá arbeiðsgevarum, og einum umboði úr ávikavist Løgmansskrivstovuni (formaður), Almannaráðnum, Vinnumálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum.
Tað er onki at taka seg aftur í, at flestu luttakararnir kendu seg at verða tiknan á bóli, tí her varð løgd fram eina ætlan, sum greitt vísti, at løgmaður ikki hevði megna at fáa politiska baklandið hjá sær uppá pláss, og nú royndi at skumpa óloystar samgonguspurningar yvir á ætlaða verkætlanarbólkin. Vit kunnu taka sum dømi eftirlønarspurningin, sum seinastu fimm árini hevur renka millum ein, tveir, og tríggjar landsstýrismenn og nú er aftur á blonkum pappíri hjá løgmanni (á aðrari síðuni) og málið um LÍV, sum hevur eina greiða løgtingsamtykt at halda seg til og sum løgmaður á ólavsøku boðaði frá, skuldi setast í verk beinavegin. Her hongur ikki saman.
Var ætlanin við fundinum at luttkararnir skuldu fáa ein ábending um, hvat løgmaður veruliga ætlaði við hesum tiltakið, skuldi kunningin um hetta verið send út í góðari tíð frammanundan og tíð skuldi verið avsett á fundinum til at skifta orð um hetta og uttan iva høvdu flestu longu tá kunna lagt sína støðu fram til hesa ætlan løgmanns. Men her varð alt skunda ígjøgnum og vit føldu okkum at sita eftir á berum.
Ì skrivinum 13.11. verður roynt at taka samanum ætlanina, sum varð "løgd fram" á fundinum 11.11., men torført er at finna eina greiða leið ella greiðan leist í hesi ætlan, men harafturímóti helst ein staðfesting av, at løgmaður hevur tikið mál til sín, sum sambært verandi byggnað liggja beinleiðis undir øðrum ráðnum.
Tað sær eisini út sum, at løgmaður hevur misfata sína uppgávu, tí,- hvørjar heimildir hevur løgmaður, at draga mál, ið hoyra heima hjá øðrum pørtum á arbeiðsmarknaðinum undir seg. Okkara svar er, at løgmaður skal seg burtur frá hesum.
Soleiðis sum almenni byggnaðurin í dag er uppbygdur, er okkara adressa bert á einum staðið,- Fíggjarmálaráðnum, meðan onki avgerðarsamstarv kann fara fram mótvegis øðrum ráðum, - her slepst ikki tvørturum mark !
Ein trupuleiki hjá okkum hevur tó allatíðina verið, at starvsfólkamál liggja í tveimum ráðum,- sáttmálaparturin í Fíggjarmálaráðnum og starvsfólkamál hjá løgmanni. Hesi mál hoyra sjálvsagt nattúrliga saman, men vit mugu ásannað, at í fleiri førum, tá starvsfólkamál eru endaði á løgmansskrivstovuni, so er ongin avgerðarmyndugleiki her, men bert leysar orðingar, eins og sigast má um tann higartil orðað starvsfólkapolitikkin frá løgmansskrivstovuni,- leiðbeinandi orðingar, uttan nakran avgerðarmyndugleika tá á stendur.
Vit hava fleiri víst á tað óheppna í hesum og hava mælt til, at sáttmálaviðurskiftir og starvsfólkamál eiga og mugu liggja undir einum "hatti". Hetta verður tí eisini eitt av høvuðsmálunum, ið vit vilja hava loyst, nú nýggjar sáttmálasamráðingar standa fyri durum.
Vit fara tí at mótmæla og átala, at løgmaður nú helst ætlar at ganga mótsatta vegin og draga mál til sín, sum undir ongum umstøðum hoyra heima har. "Vit standa spyrjandi", sum politikarar eru vanir at málbera seg.
Tað er eisini fyri okkum fullkomuliga ógreitt hvat beinleiðis ætlanin er við einum slíkum verkætlanarbólki á núverandi støði,- hvat er hugsanin við einum "arbeiðssettingi íroknað raðfesting av evnisøkjum og tíðarætlan, at leggja fyri politiska støðutakan", hvønn myndugleika skal bólkurin hava, um bólkurin verður samdur ella um hann ikki verður samdur, hvørjar verða avleiðingingar av hesum, vil hetta ávirka verandi sáttmálaásetingarnar, hvør skal skera ígjøgnum og hvussu við spurninginum "at seta smærri bólkar av umboðum og serfrøðingum at viðgera ymisku evnisøkini, at fylgja upp og hava eftirlit við arbeiðnum, at góðkenna uppskot frá smærri bólkunum og leggja fyri politiska myndugleikan til støðutakan ", skal bólkurin (ella bólkarnir) hava politiskan leiklut ella ??
Her eru so ógreiðar og fløkjasligar ætlanir, at tað als ikki ber til at taka støðu til hetta á núverandi støði, og harafturat er alt sum bendir á, at tey blonku ørkini hóast alt ikki eru blonk á báðum síðum, tí vit fáa ikki annað burturúr hesum, enn at hetta tiltak í fyrsta umfari er eitt "jarnbrot" til at loysa innanhýsis samgongutrupuleikar og tann spurningin fara vit undir ongum umstøðum út í.
Taka vit so ætlanin við bólkasamsetingini, so skal hesin telja tíggju fólk, harav løntakarasíðan skal mannð trý av hesum,- hvørji skulu hesi vera, frá hvørjum feløgum, hvør skal taka stig til at velja tey? Vit vita, at fakfeløg hava ymsar ásetingar á nógvum økjum, t.d. á eftirlønar- og tyggingarøkinum,- nøkur hava góðar avtalur onnur eru í byrjan,- hví skulu so ikki øll sjónarmiðini hjá feløgunum umboðast, tá arbeiðsgevarasíðan (almenna og privata) frammanundan hevur avgerðandi leiklut. Her hongur ikki saman og kemur ikki uppá tal, at vit (fakfeløg) kunnu fara inn í slíkt ódefinerað arbeiði.
Niðurstøða okkara er tí, at vit fara ikki inní hetta arbeiði,- tað krevur eina nógv greiðari og betri upplýsing, hvat veruliga ætlanin er við einum slíkum tiltaki, áðrenn vit kunnu viðgera hetta í álvara og fara vit eisini at ávara ímóti, at vit verða gjørd til "kastibløkur" fyri at fáa innanhýsis samgongupolitiskar kabalur at ganga upp. Harafturímóti fara vit at heita á løgmann at nýta orkuna á hesum øki, at skipa øll starvsfólkaviðurskiftir betur, við at leggja alt sum hevur við starvsfólkaviðurskiftir at gera undir eina leiðslu, har veruligur myndugleiki er tilstaðar.
At enda skulu vit gera vart við og endurtaka, at umráðandi er við góðum og uppbyggjandi samstarvi millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, ongin ivi um tað, - bert spell, at fyrsta stigið frá løgmansskrivstovuni ikki legði upp til eitt meira greitt og seriøst endamál og kunnu vit ikki taka endaliga støðu til slíkt virksemi, fyrrenn tað er greitt, hvørja hugsan, ætlan og endamál tit hava sett tykkum fyri við hesum.