Stationvognar frá Opel

Um Opel Vectra Wagon, Opel Astra Wagon og Opel Astra Classic

Opel Vectra Wagon:

Ein av størstu og rúmligastu stationcar á marknaðinum

Opel Vectra Wagon er loysnin hjá nútímans bileigarum, ið seta krøv. Bilurin er heilar 22 cm longri enn Vectra sedan og er ein av rúmligastu og mest liðiligu bilum í sínum klassa

Opel Vectra Wagon er ein av størstu og rúmligastu stationcar á marknaðinum. Umframt at viðførisrúmið er sera stórt, er beinplássið í kabinuni sum í eini stórari luksus-limousinu.

Vectra Wagon er loysnin hjá nútímans bileigaranum, ið setur krøv. Bilurin skal gjarna vera spegilsmynd av teimum virðum, tú metir høgt, og júst tað livir Vectra Wagon væl og virðiliga upp til, samstundis sum nýggjasta tøknin kemur til sín rætt.

Bilurin er sniðgivin og innrættaður, so hann í samanberingini við aðrar líknandi bilar er í serflokki. Klassiskur og tó nýskapandi, og tí eitt gott val hjá tí kræsna, ið vil hava ein bil við dygdum og trygd av besta slagi.

_______________________________________________________________________________

Opel Astra Wagon:

Elegantur og rúmligur stationcar

Nýggi Opel Astra, sum fyri stuttum kom á marknaðin, fæst nú sum stationcar, ið er tann rúmligasti í sínum klassa. Opel hava gjørt sær serligan ómak við hesum bilinum
Aksilfrástøðan er heilar nýggju cm longri enn á forgangaranum. Hetta gevur munandi betur pláss í kabinuni. Baksetrið kann flytast 10,5 cm aftur og fram, hetta fyri at geva betur beinpláss aftan ella størri viðførisrúm.
Við baksetrinum lagt niður verður vørurúmið heilar 2,75 m langt.
Astra stationcar fæst við fimm ymiskum bensinmotorum frá 1,4 litur við 90 hk til 2,0 litur við 200 hk, og dieselmotorarum frá 1,7 litur CDTi við 80 hk til 1,9 litur CDTi við 150 hk.
Viðførisrúmið er 530 litrar og 1.570 litrar við baksetrinum lagt niður.
______________________________________________________________________________


Opel Astra Classic:

Eitt sera gott tilboð

Hóast nýggjur Opel Astra er komin á marknaðin, steðgar framleiðslan av forgangaranum ikki. Hann verður framvegis gjørdur sum hatchback við 5 hurðum og sum stationcar undir navninum Astra Classic


Astra Classic er eitt sera gott tilboð. Bilurin er væl útgjørdur og kann við fullum rætti kappast við aðrar nýggar bilar í sínum klassa.

Astra Classic verður gjørdur sum liður í eini nýggjari stratigi hjá Opel, har teir skulu kappast við aðrar bíligar bilar í marknaðinum.

Hann hevur t.d. fult galvaniserað karossarí við 12 ára garanti, trygdarpedalir sum verja beinini við ein frontalan samastoyt, airbag framman, í síðunum og gardinairbag.

Bíligasti Astra Classic h/b við 1,4 litur bensinmotori og 90 hk kostar einans kr. 159.800. Við 1,6 litur við 105 hk bensinmotori kostar bilurin kr. 169.800.

Við í prísinum hevur Astra Classic t.d. radio við fløguspælara. Aircondition fæst fyri kr. 6.000 eyka.