Statoil raðfestir Føroyar høgt

Føroyski landgrunnurin er eitt av teimum økjunum, har Statoil sær stórar møguleikar og fyritøkan fer at gera sítt ítarsta til at hjálpa føroyingum at finna olju og gass sigur Olav Fjell, oddamaður í Statoil

 

Jan Müller

Ein tann týdningarmesti »posturin« í Noregi eftir sjálvan forsætisráðharran man vera oddamaðurin í Statoil, almenna oljufelagnum, sum nú eisini hevur fingið fótin fastan á føroyska landgrunninum. Maðurin eitur Olav Fjell. Sosialurin hitti hann í sambandi altjóða oljumessuna í Stavanger herfyri. Saman við øðrum framstandandi vinnulívsmonnum var hann boðin til døgurða hjá eini tí mest múgvandi kvinnuni í Noregi, einkjuna eftir stórreiðaran og vinnulívsmannin Smedvig. Nora Smedvik, sum er 80 ára gomul, hevði eisini boðið tveimum føroyingum við til samkomuna í heimi sínum, ið liggur mitt í Stavanger. Teir vóru Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju og Leivur Hansen, býráðsformanni.

Á samkomuni varð tosað um oljuvinnuna og um tað, sum nú stendur fyri framman í Føroyum. Nora Smedvig, sum í fjør vitjaði í Føroyum, hevur alt gott at bera føroyingum og Føroyum. Hon sigur í stuttari viðmerking til komandi »oljuævintýrið«: »Vær jer selv«. Hon er sum heild sera fegin um útviklingin í Noregi og her ikki minst Stavanger. Sjálv ivast hon ikki í, at oljan, verður hon funnin, fer at vera góð fyri Føroyar, men hon minnir samtíðis á týdningin at varðveita síni eyðkenni og sína mentan.

Hóast tíðin er knøpp og stjórin í mest týðandi vinnulívsfyritøkuni í Noregi hevur nógv at síggja til, so gevur hann sær kortini stundir at tosa við ein føroyskan blaðmann. Og tað hevur sjálvandi eisini sína góðu orsøk. Statoil er nevniliga við í komandi leiting við Føroyar og stendur tað á odda fyri einum av bólkunum, sum hava fingið loyvi.


Sera fegnir

um álitið

? Eg kann ikki siga annað enn, at vit eru sera fegnir um tað álit, sum føroyskir myndugleikar hava víst okkum. Eg kann bert lova føroyingum, at vit skulu gera okkara besta fyri at finna ta olju og tað gassið, sum møguliga finst í undirgrundini.

Olav Fjell vísir á, at Statoil hevur eina sera góða støðu á norska landgrunninum. ? Vit eru eisini virknir aðrastaðni í heiminum, men eg haldi tað er serliga hugaligt, at vit hava fingið loyvi til at leita fyri eitt bróðurfólk, næstan í heimligum sjógvi.

Statoil-stjórin leggur sama týdning í Føroyaøkið sum eitt nú stjórin í BP ger tað, nú hann herfyri úttalaði seg um, at BP raðfesti Føroyaøkið sum nýtt leitiøki sum eitt tað fremsta í heiminum. ? Føroyar eru av stórum týdningi fyri Statoil. Tað er eitt av teimum økjum uttan fyri okkara egna, har vit veruliga satsta tungt.

Hvat viðvíkur vónunum til at gera olju og gassfund við Føroyar sigur Olav Fjell, at seismisku kanningarnar eru sera lovandi. Tær eru orsøkin til, at teir ætla sær at bora. Men einki kann sigast um møgulig fund fyrr enn tað er borað.

Vit spurdu Olav Fjell, hvat Statoil kann gera fyri at »hjálpa« Føroyum, so tað sleppur væl frá einum so kollveltandi útviklingi, sum ein oljuídnaður vil vera!

? Vit vilja bjóða tykkum allar okkara royndir og vitan. Øll lond mugu leggja sín egna politikk til rættis á einum sjálvstøðugum grundarlag, men vit vóna sjálvandi, at tit í Føroyum kunnu heinta nakað av íblástri frá okkum í Noregi.

Nú hitt norska oljufelagið, Norsk Hydro ikki verður við í 1. útbjóðing, sigur Statoil stjórin, at Norsk Hydro er eitt sera dugnalig fyritøka, sum teir bæði samstarva væl við og kappast ímóti. ? Hesa ferðina vóru vit teir hepnu.


Fáið góð hugskot

úr Noregi

? Hvørji ráð kanst tú annars geva føroyskum myndugleikum og ídnaðinum í sambandi við komandi oljutilgongdina og hvussu heldur tú okkara politikarar eiga at fyrihalda seg fyri hesum útviklingi?

? Eg skal vera sera varin við at geva ráð til myndugleikarnar. Vóni at teir kunnu fáa nøkur góð hugskot úr Noregi. Eg eri vísur í, at okkara myndugleikar fegnir vilja lata føroyingar fáa lut í sínum royndum.

? Í Føroyum hava vit einki alment oljufelag og vit hava heldur ikki tikið optión í loyvunum. Heldur tú tað vera rætta avgerð havandi norsku royndirnar í huga?

? Í Noregi hava vit havt stóra gleði av at stovnseta eitt alment oljufelag og brúka tað sum eitt av amboðunum til at seta á stovn ein olju- og gassídnað í Noregi. Men aftur ? vit skulu vera varnir við at draga paralellin ov langt. Tað, sum virkar væl í einum landi, nýtist ikki at verða eins væleydnað ella egnað í einum øðrum.


Oljan góð

fyri Norra

Olav Fjell vísir annars á, at oljan hevur havt alstóran týdning fyri Noreg, bæði fyri vælferðargongdina og fyri menningina av eini nýggjari vinnu. ? Vit hava fingið bæði pengar og kompetancu og hava ikki fingið teir trupulleikar, sum mong onnur lond hava liðið undir.

Vit spurdu at enda, hvat stjórin í Statoil heldur upp uppskotið at londini í Útnorði, sum hava olju, skulu brúka ein part av oljuinntøkunum til at menna alt økið!

? Noreg hevur bygt upp ein oljugrunn, sum skal tryggja virðini til komandi ættarlið. So eg haldi tað er einfaldari at menna slíkar grunnar hvør sær heldur enn at hava ein grunn, sum er felags fyri fleiri tjóðir.