Norðoyastevnan stundar til, og klaksvíkingar brynja seg út til hesa fyrstu stóru summarstevnuna í ár. Seinastu nógvu mánaðirnar hava handverkarar og onnur arbeitt døgnið runt fyri at fáa umbyggingarnar og umvælingarnar á Statoil-støðini í Klaksvík lidnar. Tað hevur eydnast, og í gjár læt støðin upp í nýggjum stásiligum og nýtímans hølum, ið eru tvífalt so stór í fermetratali, sum áðrenn. Talan er um somu høli í Nólsoyar Pálsgøtu, men so umfatandi umbyggingar og umvælingar eru gjørdar á støðini, at hølini nærum ikki eru til at kenna aftur.
Eisini í útboðnum av vørum eru broytingar hendar.
- Úrvalið av vørum, bæði mati og lutum til bilar, er væl størri nú. Vit fara at selja nýggja frukt alla tíðina umframt bakaravørur. Vit leggja dent á góða og skjóta tænastu. Tvey fólk verða til arbeiðis hvønn dag allan dagin, sigur Óli Marner Christiansen.
Rokna við øktari sølu
Tíðarætlanin hevur hildið. Meðan umbyggingarnar hava verið gjørdar, hevur Statoil selt úr einum søluvogni á økinum.
- Vit eru sera væl nøgd við úrslitið, nú alt er liðugt, sigur Óli Marner Christiansen, ið ikki vil inn á, hvussu nógv umbyggingin hevur kostað.
Íløgan kemur uttan iva inn aftur. Statoil-støðin hevur frá fyrstan tíð verið væl vitjað, og nú úrvalið og útboðið eru økt, verður kundaskarin ivaleyst væl størri.
Sum nakað nýtt hevur støðin gjørt samstarv við 3´aran í SMS um fløgusølu.
- Í handlinum er ein nýtímans video- og fløguhandil, har vit leiga og selja alt tað nýggjasta innan videobond og fløgur. Møguleiki verður eisini at lurta eftir fløgu í handlinum.
Hetta gevur grannahandlunum kapping?
- Vit fara ikki í kapping við matvøruhandlar, men vantar tær eitthvørt um kvøldið, hava vit tað. Vit spenna okkum út, handilin hevur fingið eina nýggja útsjónd, og tað hevur vantað í nógv ár. Tí kunnu vit siga, at tað verður ein kapping um tænastu, ikki ein prískapping.
Økið rundan um Statoil-støðina verður eisini fríðkað. Um tveir mánaðir flytur verkstaðið út í nýggj høli.
Fleiri fólk eru sett, nú handilin letur upp í nýggjum hami. Opið verður hvønn yrkadag frá kl. 7.30 til 23.00. Sunnudag letur upp kl. 9.00 til 10.30, og aftur kl. 12.30 til 23.00. Hvønn sunnumorgun verður møguleiki at keypa nýbakaðan bakstur.