Steðga arbeiði í Porkeri vegna óvissu í Hundsarabotni

Framleiðslan av asfalti í Porkeri er steðgað fyribils. Ein av høvuðsorsøkunum er óvissan um framleiðsluna á verkinum í Hundsarabotni

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, hevur svarað grein 52 fyrispurningi, sum Henrik Old, løgtingsmaður setti.

Løgtingsmaðurin í Suðuroy spurdi millum annað hvør orsøkin er, at mann bara niðurlagar tað eina av trimum grótbrotum í Føroyum, tá mann samtíðis fær at vita, at grótið í grótbrotinum í Porkeri er sera væl egnað til nógv ymiskt brúk í Føroyum?

Í svarinum sigur Jørgen Niclasen millum annað:

– Landsverk hevur, aftaná at frágreiðingin gjørdist almenn, upplýst, at grótið í Porkeri er væl egnað til asfaltsnýtslu. Landsverk sigur, at av tí at framleiðslutólini í Hundsarabotni, ið skulu virka tilfarið úr Suðuroy, eru so gomul og niðurslitin, er óvissan um framleiðsluna á verkinum í Hundsarabotni ein av høvuðsorsøkunum til, at stovnurin hevur valt at steðga framleiðsluni til asfalt í Porkeri fyri fyrst, sigur Jørgen Niclasen.

Men hann nevnir eisini aðrar grundir til, at framleiðslan av asfalti er steðgað í Porkeri.

– Avbjóðingin við framleiðslu í Porkeri til asfaltsframleiðslu er eisini fíggjarlig, nevniliga, at innflutt vøra er bíligari, sigur hann.

Landsverk vísir á, at viðvíkjandi tí innflutta tilfarinum skal havast í huga, at ein partur av tilfarinum er ljósur skervur, sum verður tilsettur asfaltinum, millum annað fyri at gera vegin ljósari. Tað kann føroyski skervurin ikki brúkast til.

Landsverk sigur, at ætlanin er framhaldandi at hava trý grótbrot – í Hundsarabotni, á Hústoft og í Porkeri.

– Sum tað stendur í viðmerkingunum frá Landsverki, eru avbjóðingar við grótbrotinum í Porkeri. Men eingin ætlan er um at niðurleggja tað. Sum longu nevnt, er øll útgerðin í Porkeri, og ongin er uppsagdur. Landsstýrismaðurin hevur nú fingið frágreiðingar frá Landsverki og vil kanna møguleikan, um tað ber til at finna eina loysn, fyri at vit framhaldandi kunnu nýta framleiðslu úr Porkeri til asfaltsframleiðslu, sigur Jørgen Niclasen.